ODDAGREIN: Skattarokningin 400 mió. ov høg

FÍGGJARLÓGIN næsta ár hevur aftur eitt yvirskot, sum fer at liggja um 500 milliónir krónur, um búskaparliga grundarlagið ikki fer at broytast munandi. Taka vit blokkin við, eru inntøkurnar tilsamans 3,5 milliardir. Við øðrum orðum er yvirskotið ein rættiliga stórur prosentpartur av inntøkunum og fíggjarlógini sum so.

 

HETTA fegnast Karsten Hansen sjálvandi um, men hann kom eisini at siga í eini sjónvarpssamrøðu ? um tað er skilt rætt ? at hann kundi hugsað sær, at yvirskotið var upp aftur størri. Hann vil óivað koma í søguna sum tann fíggjarmálaráðharrin, sum megnaði at spara hálvaaðru ella tvær milliardir saman. Peningur, sum helst skal í skiftisgrunnin í sambandi við fullveldisætlanina.


NÓGVIR føroyingar fegnast óivað saman við Karsten Hansen. Tað er eisini útmerkað at spara pening saman at hava á kistubotninum, um tíðirnar aftur versnað. Men í grundini sendir Karsten Hansen og landsstýrið føroyingum eina rokning, sum er hálva milliard krónur ov stór.


FÍGGJARLÓGIN er fyrst og fremst karmurin um tað almenna virksemið í Føroyum. Í fíggjarlógini verður staðfest, at tað kostar so og so nógv at reka samfelagið ? skúlar, samskifti, heilsuverkið, almannaverkið o.s.fr. ? og tá hetta er roknað út, skal Fíggjarmálastýrið krevja inn hesa upphæddina umvegis landsskatt, toll og avgjøld. Men landsstýrið sendir ikki føroyingum eina rokning fyri henda kostnaðin. Nei, landsstýrið sendir skattgjaldarunum eina rokning, sum er einar 400 milliónir krónur ov høg. Tá vit fáa eina ov stóra rokning frá einum persóni ella fyritøku fyri eina tænastu, kalla vit tað »okur«.


Í GRUNDINI er tað ikki sørt nasadjarvt at senda skattgjaldarunum eina alt ov stóra rokning. Vit fáa jú ikki nakra tænastu fyri hesar 500 milliónirnar. Tað er lætt at finna upp á ymiskt fyri at brúka peningin til, men tað er helst breið semja um, at vit skulu vera varin ikki at skrúva almenna blussið ov nógv upp.


HINVEGIN stendur eftir, at føroyski skattgjaldarin rindar alt ov nógv í skatti og avgjøldum. Tað kostar 40 milliónir krónur at lækka skattin eitt prosent. Við øðrum orðum kundi skatturin verið lækkaður nógv prosent, um Karsten Hansen bara skrivaði okkum rokningina fyri tað, sum tað kostar at reka føroyska samfelagið á verandi støði. ? Hvussu leingi fer skattgjaldarin, sum hevur torført at fáa endarnar at røkka saman, at góðtaka henda skatta- og fíggjarpolitikkin?