Oddagrein Skammið tykkum!

Eitt land, sum ikki hevur ráð at verja tey veikastu í samfelagnum, er eitt fátækt land. At lækka tænastustøðið hjá børnum við serligum tørvi, er átaluvert í góðum tíðum sum í ringum tíðum.

Tað man neyvan meira nakar veikari bólkur í samfelagnum enn fjølbrekaði børn. Óansæð hvønn politiskan lit, man hevur og óansæð hvat man annars heldur um viðurskifti í hesum samfelagnum, so munnu øll verða á einum máli um, at hesin bólkur eigur at fáa mannsømilig kor. Man kann diskutera eftirlønaraldur og almannaveitingar annars, men tá tað kemur til brekaði og fjølbrekaði børn, so er tað ein indiskutabul bólkur. Hann skal fáa ta hjálp, ið honum tørvar.

Vit frætta í hesum døgum um fólk, ið umhugsa at flyta av landinum, tí at Føroya land ikki hevur nakað at bjóða hesum bólki. Tað er ikki tí, at skipanin var fullkomin, áðrenn nýligu broytingarnar, langt frá tí, men at man skal fara at gera eitt afturstig, sum hóttir við at reka okkara borgarar av landinum, er púra burturvið.

Her má onkur seta seg at rokna aftureftir. Politikarnir mugu gera sær greitt, hvat hesum bólki tørvar, og so má man rokna aftureftir frá tí og finna útav, hvussu hetta kann umsitast smidligast møguligt, og hvat hetta kostar. At landið ikki skal nøkta tí tørvi, sum er, er ikki ein møguleiki.

Í tí stóra raðfestingarlistanum yvir, hvussu almennir pengar skulu brúkast, er hetta eitt øki, sum skal fáa tað, ið tørvur er á, hóast hesin bólkur av góðum grundum ikki er tann, ið rópar harðast.

At Føroya Løgting yvirhøvur sker hjá hesum bólki er skammiligt og vekir hetta ikki beinleiðis nakað álit á, at politikarnir fara at raðfesta rætt, tá raðfestast skal. Betong og asfalt er eitt, men tá um menniskju ræður, so má tað raðfestast fremst.

Nú hevur hetta ikki nakað við blokkstuðulin at gera sum so, men í hvussu so er setir hetta mál, prátið um enn ein niðurskurð í perspektiv.

Sosialurin