Oddagrein: Skúladømi um vánaliga tilrættislegging

Ferjulegurnar til Smyril og Norrønu eru aftur eitt dømi um tilvildarliga tilrættislegging á samferðsluøkinum. Eisini er málið eitt dømi um vantandi samróður millum Tórshavnar Kommunu og Vinnumálaráðið. Vinnumálaráðið líkasum vendi bakið til, tá tað gjørdist greitt, at Smyril vaks nógv í vavi og Tórshavnar býráð avgjørdi at gera tvær ferjulegur inni við Bursatanga í staðin fyri eina. Harafturat hugsaði eingin um fornminnið Tinganes. Úrslitið er ruðuleiki.

Natúrliga er Eystaravág lítil, men hon er vald til ferðafólkahavn og til farmaflutningshavn. Tað er natúrligt, at Smyril hevur sítt fasta atløgupláss á Eystaruvág. Annaðhvørt inni við Bursatanga ella úti í Krókinum - fram við Molabryggjuni. Men er tað líka so natúrligt, at tann nýggja Norrøna skal liggja inni á botni á Eystaruvág? Stuttligt er at hava eitt skip næstan í miðbýnum í Havnini. Men var hetta tann skilabesta loysnin, tá hugsað verður um, hvussu trongt tað er at koma inn millum molar og Tinganes?

Í øllum førum varð hesin spurningurin ikki nóg væl viðgjørdur. Tað var ikki meira enn komið alment fram, at Havnar kommuna hevði í umbúna at gera tvær ferjulegur við Bursatanga, tá Landsverkfrøðingurin boðar frá, at hann mælti frá at gera tvær ferjulegur inni á Eystaruvág. Hetta merkir, at Landsverkfrøðingurin, sum skuldi havt førleikan um hendi, um nøkur manning er eftir á Havnadeildini væl at merkja, ikki var tikin við upp á ráð!

Harafturat skulu vit minnast til, at Smyril vaks nógvar metrar. Frá at vera væl minni enn gamla Norrøna, fer hann heilar 25 metrar fram um hana í longd. Tað merkir, at nú skulu heilir tveir "line´arar" liggja inni við henda molastubban, Bursatanga, sum mátti umbyggjast fyri nógvar milliónir krónur. Ein kostnað og eitt arbeiði, sum Vinnumálaráðið ikki tóktist at vilja hava nakað við gera, men í staðin lat Tórshavnar kommunu upp í hendi at bera og gera.

Harafturat tóktist sum eingin gáaði um, at tað fór at verða sera trongligt, nú tvey stór skip skuldu amast upp at Tinganesi. Tá tað so kom fram, at neyðugt var at dýpa fram við nesinum, varð greitt, at nú var eldur í skálanum. Nústani tá kom Fornminnisnevndin upp í ætlanina!!! Og nevndin sigur, sum vituligt er, at tað ber ikki til at fara spreingja lendið undir Tinganesi. Nevndin mælir harafturat til at gera eina økisfriðing bæði á Tinganesi og út á sjógv.

Sjálvandi skuldu allir partar - kommuna, landsstýri, strandferðsla, Smyril Line og friðingarmyndugleiki - sett seg niður frammanundan og viðgjørt málið út í æsir, so vit ikki komu i ta støðu, sum vit eru komin út í!

Og til landsstýrismannin í mentamálum er at siga, at hann skal ikki hava undirtøku fyri hesum ella hasum í landsstýrinum, hóast tað er skilligt, at hann vil tryggja sær, at aðrir landsstýrismenn ikki fara í stríð við hann eftir eina avgerð. Hann hevur bara eitt at gera í hesum føri og tað er at halda seg til friðingarmyndugleikan og tilmælið frá sínum egna embætisverki!

Sosialurin