Oddagrein· Sjálvsrannsakan

Tað eru sera álvarsamar atfinningar, sum í seinasta FF blaði undir heitinum Risi uttan hugburð verða settar fram móti føroysku pressuni, serstakliga Sosialinum.

Vit verða skuldsett fyri at hava sleppt øllum okkara princippum fyri at kunna selja meira. Vit vilja tekkjast øllum og vit slúka alt rátt, sum kemur frá politisku flokkunum. Vit hava snøgt sagt offrað hugsjónina til fram fyri forrætningina. Tað er ikki hvør sum helst, ið kemur við hesum atfinningum, men sjálvur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Óli Jacobsen, ið er kendur fyri sítt demokratiska sinnalag og sum ein, ið altíð hevur barst ímóti órættinum úti sum heima. Formaðurin er eisini úrmælingur sum samfelagsdebatørur og hevur mangan verið í hornatøkum við serstakliga høgravendar føroyskar politikkarar.

Leygarkvøldið var fyrsta trapputingið hildið í Miðlahúsinum og evnið fyri hesum tingið var í stóran mun tað sama sum verður tikið upp í FF blaðnum. Vit her á blaðnum hava sjálvsagt einki val: vit mugu fyrihalda okkum til hesar atfinningar. Taka vit trapputingið fyrst, har tveir fjølmiðlaúrmælingar løgdu fyri, so var niðurstøðan púra greið: pressan má og skal vera meira sjálvatfinnandi. Sjálvsatfinning er ein sjálvsagdur partur av virkseminum hjá eini vaknari og seriøsari pressu.

Hetta verður so ein partur av svarinum til FF blaðið. Vit síggja onga meining í at gera viðmerkingar til ítøkiligu dømini hjá blaðnum um vánaligan journalistikk í Sosialinum. Vit vilja heldur generelt vísa til hetta, at vit fegin alla tíðina ynskja at menna okkum og at gerast betri sum blað. Vit mugu viðganga, at tað verður gjørt alt ov lítið við at fara aftur um eitt nú tíðindaskriv frá politisku flokkunum og frá landstýrinum. Her noyðast vit at taka annað skinn um bak, serstakliga nú spindoktariar verða settir í landsstýri og í vinnufyritøkum. Spindoktarar hava lyndi til at stýra kunningini til almenningin. Sum tað so greitt kom fram á trapputingi, so setir hetta sera stór krøv til pressuna. Vit vera noydd til at liva upp til hesi krøv og mugu seta tilfeingi av til hetta økið.

Men vit fara samstundis at vísa nøkrum av atfinningunum hjá FF aftur. Vit hava her serstakliga í oddagreinum sett spurnartekin við politikk landsstýrisins og mangan funnist at vinnulívinum. Høvið hevur ofta júst verið tey tíðindaskriv, sum koma frá serstaklioga sama landsstýrinum. Men vit eru ivaleyst ikki farin nóg djúpt. Her mugu vit støðugt royna at gerast betri. At vit hinvegin vilja "tekkjast flest møguligum" fyri vinningin er ov hart sagt. Men vit skulu hinvegin í dag virka eftir marknaðartreytum: Vit fáa ongan stuðul av nøkrum slag, meðan bløðini í okkara grannalondum fáa útberingarstuðul og almennu føroysku loftmiðlarnir fáa milliónir í stuðli við lurtara- og hyggjaragjøldum, sum við lóg verður kravt frá borgarunum. Hetta merkir, at vit hvønn dag mugu framleiða eitt blað, sum kann seljast. Tað gevur tíverri ikki nógva orku til atfinnandi og djúptborandi skriving. Men vit eiga sum sagt at støðugt at royna at gerast ein betri pressa. Vit fara tí at raðfesta hesi øki, sum nu eru fyri atfinningum hægri í framtíðini og fara samstundis at bjóða øllum, sum hava sakligar og grundaðar atfinningar at skriva í blaðið og harvið hjálpa okkumk at gerast betri. At enda fara vit at takka FF blaðnum fyri tann positiva anda, sum hóast alt eyðkennir greinina og fyri tey vøkru orð, sum eisini eru í somu grein.
Sosialurin