Oddagrein·Sjálvsavgerðarrætturin ikki eingangs

Á áhugaverdu grundlógarráðstevnuni hoyrdu vit enn ein serfrøðing fortelja okkum føroyingum, at vit hava sjálvsavgerðarrættin, at nýta til at loysa, um vit føroyingar vilja tað. Hesin er bert tann seinasti í einari langari røð av persónum, ið eru á einum máli um, at vit føroyingar eiga sjálvagerðarættin at brúka sum vit vilja. Tað høvdu verið stórtíðindi, um onkur kláraði at uppspora onkran uttanfyri føroyska Tjóðveldisflokkin, ið ivaðist í føroyska sjálvsavgerðarrættinum.

Sjálvsavgerðarrætturin er ómissandi. Eisini hetta tyktist verða breið semja um á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum herfyri. Hetta er eisini sagt fleiri ferð, men sitandi samgonga hevur tvíhildið um, at føroyingar ikki kunnu velja nakra aðra loysn enn fullveldi, tí so hevur man brúkt sjálvsavgerðarrættin til tað og harvið limað seg inn í danska rikið í allar ævir. Henda stóra misskiljing, ið Tjóðveldisflokkurin er upphav til, hevur forðað fyri framgongd í føroyskum sjálvstýrispolitikki.

Annars er tað einki nýtt, at sjálvsavgerðarrætturin ikki er nøkur eingangsrakett. Á hesum stað hevur mangan verið sett spurnartekin við hetta, ikki bara tá Høgni Hoydal heur borið slík sjónarmið fram, men eisini tá Anfinn Kallsberg og Helena Dam á Neystabø stóðu á sjónvarpsskýggjanum og søgdu, at føroyingar máttu endiliga ikki siga nei til fullveldi á eini fólkaatkvøðu, tí so vóru vit partur av danska ríkinum í allar ævir.

Uppundir seinasta val skrivaðu javnaðarvalevni um tað absurda í uppfatanini, har sjálvsavgerðarrætturin kann brúkast upp, men tað var sum at sletta vatn á gás, tá tað kom til samgonguflokkarnar.

Úrslitið av feilaktigu uppfatanini og ?alt ella einki? politikkinum hjá sitandi samgongu er, at vit nú halda eina kós í sjálvstýrispolitikkinum, ið liggur aftanfyri Nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum, ið annars var tað mest afturhaldssinnaða uppskotið fyri valið.

Vit hava nú eina konservativa heimastýrissamgongu, ið einki nýskipandi ger viðvíkjandi ríkisrættarligu støðuni og harafturat tykist hava sera ringt við at yvirtaka mál undir Heimastýrislógini, ið nú er vorðin ótíðarhóskandi.

Ein endurskoðan av ríkisrættarligu viðurskiftunum grundað á einari breiðari semju er í eygsjón. Hetta var ein av niðurstøðunum á Grundlógarráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, har eitt nú Hans Pauli Strøm, legði fram áhugaverd sjónarmið, ið kunnu byggja brýr til breiddina í føroyska fólkinum, heldur enn at tvíhalda um ein politikk grundaðan á smælast møguliga fleirtalið. Ein slík semja krevur tó, at fyrst og fremst Tjóðveldisflokkurin, men eisini hinir samgonguflokkarnir viðganga, at uppfatanin um, at sjálvsavgerðarættin er eingangs er skeiv. Gera hesir flokkar ikki tað, ja so eru vit aftur í gomlu ?alt ella einki? støðuni, har einki uttan fullveldisætlanin hjá samgonguni ber til. Úrslitið av hesum verður, at vit ongan veg koma. Tað vildi verið spell fyri Føroyar.