Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur hvassliga fordømt avgerðina og hóttir við álvarsomum móttiltøkum, um leiðslan ikki broytir sína avgerð og letur alt vera sum fyrr. Felagið metir tað ábyrgdarleyst, at ljósmøður skulu taka yvir arbeiðið hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðinngar ger vart við, at økið ikki bert fevnir um frískar nýføðingar og frískar møður men eisini um sjúk børn og sjúk vaksin. Tað kann ikki góðtakast, at arbeiðið við hesum verður gjørt av fólki, ið ikki hevur neyðuga fakliga vitan verður sagt. Felagið fer so langt sum at siga, at leiðslan við ætlanum sínum setur pinkubørn í vanda. Hetta er ein sera álvarsom ábreiðsla.
Her er sostatt talan um eina sera álvarsama ósemju, har orð stendur móti orði. Tað er so langt ímillum støðuna hjá leiðsluni og støðuna hjá sjukrarøktarfrøðingunum, at almenningurin hevur krav uppá at fáa at vita, hvat hetta er fyri nakað. Hvat er tað, sum fyrigongur? Almenningurin verður ferð eftir ferð vitni til løgnar og mangan óskiljandi konfliktir á landsins størsta arbeiðsplássi. Vit hava rætt til at vita alt um hesar ósemjur. At tryggja frið og góða semju á einum arbeiðsplássi er fyrst og fremst ábyrgdin hjá leiðsluni - í øðrum lagi ábyrgd hjá øllum starvsfólkum. Leiðslan má í sínum virksemi tryggja sær, at allir starvsbólkar eru væl og virðiliga kunnaðir, tá avgerðir um stórar broytingar verða tiknar. Leiðslan má somuleiðis tryggja sær undirtøku fyri sínum ætlanum - hon má hava greið mál og greiðar strategiir fyri útinnan av leiðlsluni. Vit skulu ikki taka dagar millum leiðslu og fakfelag ella fakfeløg, tí eisini fakfelagið hjá ljósmøðrunum hevur sagt sína hugsan í hesum máli, har hon ikki sær nakað skeivt í ætlanini hjá leiðsluni á LS, men bert loyva okkum at vísa á, at hesar afturvendandi ósemjurnar eru til skaða fyri stovnin og sjúklingarnar. Hetta kann tí ikki góðtakast! Í øðrum lagi má almenningurin fáa eina nøktandi frágreiðing og hartil fáa vissu fyri, at ætlaðu broytingarnar á ongan hátt eru til bága fyri barnakonur og nýføðingar. Hetta er eitt sera álvarsamt mál, sum í roynd og veru eisini er eitt politiskt mál. Tað snýr seg um okkara heilsupolitikk og tí kann hetta skjótt enda á borðinum hjá landsstýrismanninum. Sjúkrahúsleiðslan má tí bera skjótt at og koma á tal við stríðandi partarnar fyri at finna eina sømiliga og haldgóða loysn.
Sosialurin