-At játta meira til heilsuverkið kanska? Heilsupolitikkur við einum
langtíðarendamáli - fyribyrging fram um sjúkuábøtur?
-At játta meira til skúlaverkið? Skúla- og útbúgvingarpolitikkur við tí
langtíðarendamáli at hækka útbúgvingarstigið, so vit eru búgvin at taka
ímóti øllum avbjóðingum, tá vit skulu standa á egnum beinum?
-Ella eru tey fýra vorðin samd um at játta meira til gransking og
vinnuframa? Vinnupolititikkur - at skapa størri virðisøking her á landi,
so vit annaðhvørt halda uppat at flyta út ravøru ella fáa gagnnýtt
størri part av tilfeinginum?
Neyvan. Men vit skulu ikki gera nakra niðurstøðu, áðrenn úrslitið frá
goraganginum er komið á telduskýggjan. Eyðkenni er tó - bæði fyri
samgongu og andstøðu - at vit síggja ov lítið til langtíðarpolitikk. Tað
vantar ofta ein verulig strategi.
Hóast vit hava fingið vælløntar politikkarar í nærum heiltiðarstarvi, er
politikkurin ov nógv merktur av "forrestin-politikki" ella "sum best ber
til-politikki". Ikki tí, tað skulu vit eisini hava. Flokkar og tinglimir
skulu hava rætt til knappliga at fáa okkurt hugskot og leggja fram
uppskot um tað. Tað skapar jú eitt meiri livandi politiskt umhvørvi, og
tað skulu vit eisini hava, nú nógvir politikkarar eru sum turrar
tvøstlykkir. Eingin undirfundigheit, skemtan og prikan. Tó er álvarin
mest avgerandi.
Dømi um "sum best ber til-politikk" er ferjulegan á Syðradali.
Upprunaliga setti Karsten hana á, hóast Bjarni mælti til at skjóta hana út,
á skarvast skuldi av. Síðani varð hon "deletað". Men tá ein tingmaður
gjørdi ein brest leygarkvøldið, slapp Marius Skrivari at trýsta á "angra-pílin",
so nú er hon aftur á uppskotinum.
Sjálvandi skulu kallsoyingar hava ferjulegu - fyrr ella seinri. Men
er hon partur í eini útbyggingarætlan fyri samferðsluna í Norðoyggjum?
Ið eisini umfatar ferju og vegir? Sum er sett á eina realistiska
langtíðar-fíggjarætlan við árligari millióna upphædd? Ella er hon tað
ikki? Er hon tað, skal hon sjálvandi vera á. Tað er eingin ódygd at vera
ósamd. Tað er positivt fyri fólkaræði, at vit toga ymiskar vegir.
Men tað krevur bara, at vit eru búgvin at flyta okkum, og finna tær
neyðugu semjurnar, ikki tilvildarligar, men semjur við ávísum sikti.
Annars er skelkandi at síggja samgonguna vilja skerja játtan til
meginsjúkrahúsið við 8 mill. kr. Hvat hugsa hesi fólk fyri sær,
tá vit vita, at játtanin sum er er alt ov trong.Komandi dagarnar fara vit
at hyggja nærri at innmatinum í uppskotinum og seta ljóskastaran á, hvat
samgongan veruliga vil. At skúgva ábyrgdina at gera eina munagóða
fíggjarlóg frá sær við at leggja upp til eina røð av eykafíggjarlógum
næsta ár er fallerandi fyri samgongu og frustrerandi fyri fólkið.
Sosialurin