Fram er komið, at stjórin í SEV hevði gegnistrupulleikar. Hann var inhabilur. Tað hevur SEV-stýrið staðfest og stýrið hevur átalað stjóran. Fram er eisini komið, at alt er ikki farið rætt fram. Neyðaggregatið er dømi um tað. So kunnu vit sjálvandi gera okkara egnu metingar og leggja tað í hetta sum vit nú halda.
Men fólksins umboðsmaður í el-málum, Hans Tausen Olsen, tók eftir øllum at døma ábyrgd sína í stórum álvara. So stórum, at hann kravdi eina løgfrøðiliga kanning. Um ikki, hótti hann við at kalla umboðsnevndina inn. Umboðsnevndin er hægsta valdið í SEV. Tað er hon, sum setir stjóran. Og tað er hon, sum velur stýrið. Ikki øvugt.
Men hví bardist stýrið í SEV soleiðis sum tað framgongur av viðgerðini í miðlunum sum úlvur á skóg ímóti eini kanning? Er tað ikki so? Og hví hevur umboðsnevndarformaðurin, Hans Tausen Olsen, latið sær lynda eina semju, tá ivamál um skeiva framferð eru reist? Har m.a. hann sjálvur hevur reist hesi ivamál! Og hví verður umboðsnevndin ikki kallað inn, um málið er so álvarssamt sum formaðurin hevur víst á!
Tað er frálíkt, at SEV fær sær betri og tryggari mannagongdir? Men ivamálini eru ikki loyst við eini semju um nýggjar mannagongdir og at SEV-stjórin ikki skal vera formaður í nevndini fyri Norðoyatunnilin. Hann er kanska góður sum formaður í slíkari nevnd og hevur gjørt eitt frálíkt arbeiði? Hvør veit?
Men hevur hann gjørt nakað, sum ger, at hann ikki kann halda fram sum formaður í einum heilt øðrum partafelagi enn tí felagnum, har Hans Tausen Olsen setir spurnartekin við arbeiðslag og gegnið?
Eftir tíðindainnsløg og blaðgreinir er illgruni sáddur. Og illgrunin fær føroyingar at spyrja, um nakað er galið? Og hvat er galið? Men tað verður ikki kannað! Tí nú er semja gjørd um ikki at gera eina kanning, sum umboðsnevndarformaðurin annars sjálvur legði upp til. Úrslitið er, at illgrunin verður hangandi. Og verður SEV-stýrið ikki fongt við sama illgruna, tá tað ikki vildi hava eina kanning?
SEV skuldi verið okkara mest fólkaræðiligi felagsskapur. Men el-felagið hevur ferð eftir ferð staðfest, at tað er ein ?statur í statinum?. Aftur hesuferð. Fjølmiðlar reistu málið. Men klára fjølmiðlar at fáa nakað nýtt, sum avdúkar skeiva framferð, fram á blaðsíður, á skýggjan ella gjøgnum hátalaran?
Hetta eigur ikki at verða gjørt til eitt persónsmál. Tað eru tey, sum halda og vita, at stjórin í SEV sum formaður í Vágatunlinum hevur gjørt eitt sera stórt og gott arbeiði. Og tað eru tí eisini tey, sum fegin síggja, at hann sleppur at royna seg í Norðoyartunlinum eisini. Vit mugu vit kortini rudda av vegnum ivamál og gegnistrupulleikar. Vit mugu ikki vera bangin fyri at tosað opið um slík mál. Og vit mugu loysa tey til okkara alra felags besta.
Sosialurin