Oddagrein·Samstarv við grønlendingar


Herfyri vitjaðu grønlendsku fólkatingsumboðini. Saman við umboðnum úr Tjóðveldisflokkinum hildu tey fund í Norðurlandahúsinum, har greitt varð frá arbeiðinum hjá Norðuratlantsbólkinum. Tey trý umboðini hava gjørt samstarvsbólk og hava við hesum fingið betri umstøður at virka á fólkatingi. Umboð Sambandsfloksins hevur valt ikki at vera við, tí hon metir tað sum eitt reint Tjóðveldisátak.


Hvat halda so føroyingar um hetta átakið? Eftir uppmøtingini at døma og soleiðis sum tað varð lagt upp í Norðurlandahúsinum er hetta eitt Tjóðveldisátak. Var hetta fyri allar føroyingar varð tað væl lýst aðrastaðni enn bara í Fregnum! Samstarv við grønlendingar eigur ikki einans at røkka til ein ávísan politiskan flokk. Tað finnast fólk í øllum flokkum, ið vilja samstarv við grønlendingar eisini um politisku framtíðina. Tað er eisini í tøkum tíma, at umboðini í Norðuratlantshavi finna saman á fólkatingi til tess at fremja og arbeiða fyri felags áhugamálum. Men tað er spell, tá hetta verður brúkt partapolitiskt. Formaður Tjóðveldisfloksins hevur annars oftani víst á týdningin ikki at virka ov partapolitiskt, men er tað ikki júst tað, sum sessur hansara á fólkatingi nú verður brúktur til! Júst á sama hátt sum sessurin hjá Óla Breckmann varð nýttur til øll árini. Tá vóru tað snævurskygdu og høgavendu meiningarnar hjá ÓB aleina, sum áttu og myndaðu henda sess. Nú eru tað snævurskygdu og einvísu meiningarnar hjá leiðslu Tjóðveldisins, sum mynda henda sess. Sjálvandi skal flokkurin síggjast aftur í hesum, men skal hann umboða Føroya fólk, so má hann ikki vera ov partapolitiskur. Og tað er hann. Tíanverri. Ta kensluna sat tú eftir við í Norðurlandahúsinum, tó at har kom nógv skilagott fram.

Fólkavalt føroyskt umboð á fólkatingi hevur eina ávísa skyldu mótvegis øllum Føroya fólki, og serstakliga tá tað átekur sær leiklutin at tala søk alra Føroya fólks. Tað er skeivt at brúka samstarv við grønlendsku brøðratjóðina sum jarnbrot fyri bara at tæna egnum partapolitiskum áhugamálum. Eins og tað í Føroyum eru nógv fólk, ið vilja eina hóvliga men rættvísa tilgongd í viðurskiftunum við Danmark, so er hetta eisini galdandi í Grønlandi. Er tað ærliga meiningin at fáa allar føroyingar at taka undir við slíkum samstarvi og brúka tað til nakað skilagott , so hevði Tjóðveldisflokkurin eisini dugað sær betur hógv og gjørt málið tvørpolitiskt og ikki sum nú, har hann ger tað til ein part av sínum valstríði. Hví skuldi fundurin í Norðurlandahúsinum vera júst nú! Tí hann er partur av valstríðnum hjá Tjóðveldisflokkinum. Tað er stórt spell, tí vit eru nógvir føroyingar, sum vilja samvinnu við grønlendingar og vilja fremja felags søk, men tá skal tað ikki bara vera uppá Tjóðveldisfloksins premissur. Fundurin skuldi verið 1. mai, dagin eftir valið og arbeiðaradagin, har vit nettup hava so nógv felags.

Sosialurin