Íslendingar og norðmenn samstarva nógv við Grønland. Hetta samstarv er á fleiri økjum t.d. útbygging av undirstøðukervi, ferðavinnu, fiskivinnu, útbúgving og KT. Hví hava vit ikki størri samstarv innan t.d. fiskivinnu, gransking og KT, kundu vit havt hug at spurt. Føroyingar hava langa siðvenju fyri at virka í Grønlandi og kenna landið væl. Her áttu at verið samstarvsøki, sum báðar tjóðir kundu fingið gagn av.
Tað verður talað og skrivað nógv um samstarv í útnorði. Vit hava eitt politiskt útnorðursráð, sum skal tryggja politiska samstarvið í útnorði. Hvat ger Útnorðursráðið spyrja mong. Hvørji stig hevur hetta ráð tikið til tess at menna vinnuliga og mentanarliga samstarvið millum t.d. Grønland og Føroyar? Hvørji stig ætlar hetta ráð at taka? Hvat hugsa føroysku ráðslimirnar um samstarvið og hvussu hugsa teir sær, at samstarvið skal økjast og mennast framyvir? Eitt áhugavert politiskt samstarv er norðatlantsbólkurin á fólkatingi. Men hesin bólkur tykist ikki at fara at menna seg til at vera tann stovnurin, sum tryggjar eitt størri og breiðari politiskt og búskaparligt samstarv millum Grønland og Føroyar.
Nú rennur alt meira og meira saman í Europa. Vit í útnorði eru uttan fyri hesa politiska tilgongd. Tað er okkara val, og soleiðis má tað vera, soleingi fiskivinnupolitkkurin hjá ES beinleiðis er til skaða fyri útrorður, sum ein grønlendskur politikkari tók til í útvarpinum í gjár. Vit kundu hugsað okkum at lagt afturat, at finna vit ikki saman í eitt nógv tættari politiskt og búskaparligt samstarv í útnroðri, so er vandi fyri at útnorður endar sum ein tilafturskomin útjaðari í Europa. Her er tørvur á dialogi og góðum hugskotum. Eitt hugskot kundi verið, at sent ein føroyska sendinevnd við politikkarum og vinnulívsfólki á vitjan hjá grannatjóðunum í útnorði til tess at kanna møguleikarnar fyir øktum samstarvi. Í hesum høpi er ferðasambandi altavgerandi. Ber tað veruliga ikki til á politiskan hátt át økja um ferðasambandið og samstundis gera tað bíligari? Her eru ivaleyst møguleikar, tað ræður um at troyta teir.
Sosialurin










