Tað kann vera nakað um snakkið hjá læraraformanninum. Men tað er ikki ein fakfelagsbossur við visjónum, sum tekur soleiðis til orðanna.
Fakfeløgini eru heldur ikki tað, tey hava verið. Vit hava víst á tað áður, at um tað hevði verið Javnaðarflokkurin, sum ráddi fyri borgum, so høvdu fakfeløgini ikki himprast við at skrætt flokkin sundur og lagt alt samfelagið lamið fyri at vunnið ljóð fyri sínum sjónarmiðum. Men nú tað er Fólkaflokkurin eina sum ræður, so er so at siga tøgn frá fakfeløgnum. Tey hava ikki rætt Pedagogfelagnum eina hjálpandi hond, nú tey einsamøll eru farin í ómøguliga stríðið móti Jørgen Niclasen.
Á onkran hátt er tað vorðið legalt í Føroyum at halda, at almenn starvsfólk eru ein óneyðug útreiðsla: Tey gera einki til nyttu og skulu ongar pengar hava. Meðan tað fyrr vóru borgarligir forsprákarar, sum førdu fram slík sjónarmið, so tykist tað á onkran óskiljandi hátt, at hendan hugsan hevur fingið gróðrarbotn innan fakfelagsrørsluna eisini.
Starvsmannafelagið valdi at leingja sáttmálan til oktober, tí tá vænta tey at fáa meira burturúr. Bara tað nú ikki verður sum hjá løgmanni, at »betur verður næstu ferð«. Hvat er tað sum sigur Starvsmannafelagnum, at tað skal hepnast teimum betur í oktober?
Tað kundi tí verið áhugavert at hoyrt serfrøðina hjá Fakfelagssamskipanini greinað, hvørjar útrokningar liggja til grund fyri at halda, at Starvsmannafelagið fer at fáa meira burtur úr í oktober? Hvussu ber tað til, at feløg uttan at himprast taka undir við eini null-loysn, sum í veruleikanum er ein reallønarlækking, tá flatskattur til tey ríku verður nýttur sum argumentatión?
Tekur fakfelagsrørslan sær ikki aðrar partar fyri, so er stórur vandi fyri, at virðingin fyri røsluni gerst enn lægri. Í Føroyum hava vit ikki kent til stættamun. Men tá fakfelagsrørslan liggur í spønum, tá býður ikki bøtur – og tá er gøtan greidd fyri stættasamfelagnum.
Tiltøk eru nú í eygsjón, sum benda á, at fakfeløgini kortini kunnu standa øksl móti øksl í morgin, tá samhugaverkfall verður. Kanska slíkt birtir undir, at ein landsorganisatión verður stovnað, sum savnar alla fakfelagsrørsluna, hóast sundurlyndið tykist hava hægri raðfesting hjá fleiri av feløgunum...








