Sjálvsagt eiga vit at lóggeva móti happing og mismuni. Men her skal eisini annað og meira til. Happing av teimum, ið á ein ella annan hátt eru øðrvísi enn meirilutin, er ein spurningur um hugburð og mentan. Hesi viðurskifti verða fyrst og fremst ávirkað í barnaárunum, í dagstovnum og í fólkaskúlanum. Tað er her samfelagið eigur at seta inn ongantíð ov skjótt.
Men eisini foreldur hava stóra ábyrgd, og her eigur samstarvið millum heim og skúla at hava avgerandi leiklut. Eisini fjølmiðlarnir hava ábyrgd og kunnu fremja ta upplýsing, ið kann bøta um støðuna. Hetta samfelagið er fyri øll, og øll hava vit eina ábyrgd fyri, at henda visjón kann gerast veruleiki. Eingin skal verða fyri mismuni orsakað av húðaliti, átrúnaði, kynsligari orientering, breki ella øðrum møguligum orsøkum.
Í seinastuni er støðan hjá teimum samkyndu aftur komin fram í ljósið. Vit kunnu ikki sum einasta norðurland standa við eini lóggávu sum nærmast legaliserar happing av samkyndum, og tað er so eisini í andsøgn við altjóða rákið og tey lond, sum vit oftani samanbera okkum við.
Sosialurin









