Johan Dahl hevur ført fram eitt nú her í blaðnum, at brúk er fyri einum formanni, sum gevur flokkinum størri profil tvs. ger flokkin meira sjónligan í kjakinum. Hetta hevur hann helst rætt í, men tað er eisini ein sannleiki við modifikatiónum. Tí í og við at Sambandsflokkurin hevur lagt gomlu sambandslinjuna á hillina ella heilt lagt hana aftur um seg, so hevur flokkurin eisini brúk fyri at vinna tíð til at finna seg sjálvan í tí nýggja leiklutinum, sum ein flokkur, ið roynir at liggja tættari miðjuni, tá tað snýr seg um sjálvstýrispolitikkin.
Avbjóðarin átti eisini at vitað, at sambandsfólk hava ikki lindi til at skifta støðu uttan víðari. Og tá verandi formaður bert hevði roynt seg í avmarkaða tíð, so hava uttan iva mong teirra hildið, at hann átti at sleppa at royna, hvat hann dugur til, og tað vil siga at føra flokkin gjøgnum eitt val. Nú kann tað sjálvandi vera, at Johan Dahl fær rætt, tá avtornar, tvs. at fer flokkurin at fáa eitt ringt val, so ber til at skjóta ábyrgdina á formannin. Hinvegin kann eisini henda, at flokkurin fer at fáa eitt gott val uttan mun til, hvør formaðurin er, tí flokkurin hevur fingið aðrar at profilera seg enn bert leiðsluna, og her verður serstakliga hugsað um fíggjarmálaráðharran, sum hevur víst gott hegni og at duga væl at umboða flokkin.
At Johan Dahl nú hevur gjørt av at kvitta við flokkin og hevur tikið seg úr tingmanningini má sigast at vera eitt sera drastiskt stig, tí mótvegis sínum veljarum hevur hann eina stóra ábyrgd, tó at tingmaðurin er suverenur. Men er tað so, at tað, sum Johan Dahl stendur fyri, og tað hann vil í politikki, ikki samsvarar við leiklutin hjá flokkinum og verandi formanni, so ber til at skilja hann. Ein kann so spyrja, hví hann ikki bíðaði og tók seg aftur til komandi val!
Hvussu og ikki so er eisini greitt, at Johan Dahl við sínum oftani sera avgjørdu meiningum hevur verið við til at gera føroyskan politikk meira sjónligan. Er tað so, at hann fer at taka seg úr politikki, so kunnu vit bert siga, at tað verður saknur í hansara rødd og eisini mangan áhugaverdu meiningum. Og at tað eisini fyri Sambandsflokkin verður ein missur at skulla missa hesa so eyðkendu rødd á tingi. Um alt hetta rumblið fer at hava nakra ávirkan á samgongustevið er ikki greitt, men neyvan fer tað tað. Spurningurin er so í hvønn mun hann kann halda fram í ábyrgdarsessum so sum formansessinum í Uttanlandsnevndini. Áhugvert verður at fylgja gongdini komandi tíðina.
Sosialurin










