Tað er søgufrøðingurin Anja Andreassen, sum hevur skrivað bókina um flokkin, sum altíð hevur verið tann »skikkiligi flokkurin« í føroyskum politikki, sum hon málber seg. Hon sigur í viðtali við Sosialin í gjár, at »tað hevði kanska verið meira saft og kraft í at skrivað um Jóannes Patursson...«, meðan hon hevur valt, at bókin mest skal snúgva seg um, hvat sambandsfólk hava sagt og skrivað ta seinastu øldina.
Tað verður uttan iva áhugaverdur lesnaður, tí føroyska søgan, sæð úr einum sambandssjónarhorni er forkunnug ella sum lundi á jólanátt. Uttan at leggja tað sum last fyri nakran, so er tað so - so sum høvundurin nevnir - at sjálvstýrissinnaðu hava merkt søguskrivingina mest. Tilvitað ella ikki so er tað tann søgan, sum fólkaskúlin í stóran mun hevur brúkt sum grundarlag fyri søguundirvísingini, og harvið er tað eisini grundarlagið fyri søgufatan føroyinga sum heild.
Tað skal altso ikki leggjast nøkrum til last, at skrivaða søga okkara hellir á annan ríkisrættarliga veingin, tí sambandsfólk ella javnaðarfólk ella onnur hava sjálvsagt havt sama rætt og sama møguleika at skriva søgu, sum sjálvstýrisfólk. Men vit eiga bara at verða tilvitað um støðuna - og tað er ikki vist, at vit øll eru tað.
Kanska eru vit ov skjót at glorifisera ávísar rørslur og farnar persónar? Vit hava skapt okkum nógvar hetjur, bæði í nýggjari og eldri føroyskari søgu - og altíð er talan um menn (altíð menn!) sum skara fram úr onkursvegna á sjálvstýrisveinginum. Kanska vit stara okkum blind upp á ávís evni hjá hesum monnum, meðan aðrar síður - kanska í øðrum samanhangi daprari síður, elegant verða gloymdar?
Hvussu er og ikki, so verður tað eitt áhugavert íkast í føroyska politiska søgu - sum kanska eisini fer at birta eitt tiltrongt kjak um søguskriving og javnvág, nú Sambandsflokkurin gevur út søgu sína. Vit skulu sjálvandi hava í huga, at hetta er ein bók um sambandsfólk og teirra hugsjónir, nú flokkurin verður 100 ár. Men er hetta á einum vísindaligum støði, ið kann góðtakast, so hava aðrir flokkar nakað at læra.