Og Annfinnur hevur púra rætt. Fjølmiðlafólk duga ikki nóg væl føroyskt. Sum ábyrgdari á miðlaredaktiónum kann eg skriva undir uppá, at fólkini - við og uttan fjølmiðlaútbúgving, duga alt ov illa føroyskt. Og eg kenni tað aftur. Tá eg kom í studentaskúlan í 1983 søgdu lærararnir har, at vit sum heild dugdu ov illa føroyskt. »Jamen so lærið okkum«, søgdu vit, men hetta var ikki uppgávan hjá studentaskúlanum. Hetta var uppgávan hjá fólkaskúlanum, tí tá næmingar komu í Hoydalar, so áttu tey at dugað at málborið seg á skift og í talu á føroyskum. Men soleiðis var veruleikin ikki.
Á Læraraskúlanum var sama søgan. Tá spurt varð, so var svarið, at »hatta áttu tit at lært í Hoydølum«. So tá næmingar fóru av Læraraskúlanum við 03 í føroyskum á grundstigi, so yptu lærararnir har bara øksl og søgdu, at tit áttu at lært hatta í fólkaskúlanum og í studentaskúlanum.
So kunnu vit bara ímynda okkum, hvat hesir stakkals fólkaskúlalærarar siga, tá teir síðani koma í fólkaskúlan við einum 03 í føroyskum á Føroya Læraraskúla og fara at læra nýggjar lítlar føroyingar at stava og málbera seg á føroyskum. Hvat er problemið? Er føroyskt eitt ov trupult mál at læra? Nei, yvirhøvur ikki. Føroyskt er als ikki verri at læra enn onnur mál. Men eingin vil kenna sær ábrygd av at taka um endan at læra lærarar at stava føroyskt.
Tað hevði so í øllum førum hjálpt, um allir lærarar í fólkaskúlanum dugdu betur føroyskt enn ein miðal næmingur í 9. flokki. So hevði nógv verið vunnið. Eg eri bangin fyri, at fleiri lærarar ikki duga betur enn ein miðal 9. floks næmingur í føroyskum. Men tað er lætt at finna út av. Tað er bara at seta allar lærarar til eina Pisakanning í føroyskari fyrisøgn stíli, og so at fyrileggja úrslitið Føroya Læraraskúla. Er úrslitið ikki nóg gott, so er uppgávan hjá Føroya Læraraskúla at loysa trupulleikan. Tá tað er gjørt, so hava vit góðar fólkaskúlalærarar í føroyskum, sum kunnu geva skúlabørnunum gott í beini - og minst líka gott sum telegrafisturin, bankamaðurin, presturin, sjónleikararin og málfrøðingurin, sum Annfinnur í Skála saknar, hava givið okkum.
Tá kunnu vit so taka kjakið upp um, hvørt føroysk miðlafólk duga nóg væl at stava føroyskt!