Oddagrein· Sýnið varsemi

Stígur er komin í føroyska búskapin. Nú ræður um at vísa varsemi og raðfesta rætt

Stígur er komin í føroyska búkapin, frættu vit í vikuni. Stjórin á Strandfaraskipum Landsins boðaði í einum fjølmiðli frá, at eingin vøkstur hevði verið síðani í vár. Hetta kemst óivað av, at farmaflutningurin er stagneraður, og fólk setast kanska aftur at ferðast. Eisini hava vit frætt, at ferðafólkatalið hjá flogfeløgunum er lækkað alt árið. Hetta sigur kanska ikki so nógv.Vit hava havt stóran vøkstur, og fyrr ella seinri steðgar vøksturin. Tað sigst, at lítið skal til, áðrenn tað sæst aftur á farmaflutninginum. Lækka inntøkurnar nakað, so keypa fólk minni.

Men seinri í vikuni staðfestu Hagtíðindi, at fiskaprísurin er lækkaður munandi í ár. Og tað er meiri álvarsamt. Harafturat kundu Hagtíðindi siga okkum, at nógv verður veitt av smáfiski. Og hetta er eisini álvarsamt. Tí, lótu vit vera við at fiska smáfiskin, kundu vit fingið fleirfalt burtur úr tí smáttfallandi hýsuni um tvey ár, kundi ein fiskifrøðingur upplýsa. Men í sama andadrátti varð lagt afturat, at orsøkin var, at teir góðir árgangir høvdu verið. Tað er at fegnast um. So nú er at vóna, at myndugleikarnir steingja tey øki, har smáfiskurin heldur til.

Lækkandi prísur á fiski og smærri nøgdir síggjast skjótt á utflutningstølunum. Í vikuni kundi ein búskaparfrøðingur eisini staðfesta, at útflutningurin var minkaður, men at ferð var framvegis á búskapinum, tí innlendska virksemið er stórt. Tað merkir, at vit keypa og byggja enn sum áður. Men hesin ?dansur? heldur skjótt uppat, um útflutningurin minkar, tí tað er útflutningurin, sum fær inntøkuna til landið. Eisini skulu vit minnast til, at nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum, og tað merkir minni virði og minni arbeiði í landinum. Harafturat vita vit, a talifiskur er seldur fyri heldur lágan prís, og at alivinnan hevur verið fyri bakkastið. M.a. av sjúku, og í óveðrið fóru í vár stór virði fyri skeyti.

Hesir veruleikar siga okkum, at vit eiga at vera á varðhaldi búskaparliga. Í hesum døgum verður uppskot til figgjarlóg gjørt í Fíggjarmálastýrinum, samstundis sum samgonguflokkarnir togast um, hvussu útreiðslur og íløgur skulu raðfestast. Eitt er vist, at duga samgonga og andstøða sær ikki hógv nú og binda um heilan fingur ? tó uttan at darva menning og framburði ? hava vit ikki lært nógv av áttatiárunum.

Nógvar íløgur eru á pappírinum. Ikki minst á samferðsluøkinum. Men tær kunnu saktans bíða, samstundis sum íløgur í trivnaðin hjá fólkinum ? í býli, baraansing, eldra- og heilsuøkið ? verða tiknar fram á listanum, sum landsstýrisflokkarnir nú togast um. Sýnið varsemi meðan tíð er! Prioriterið rætt.