Í desembur mánaði í fjør var Framtaksfelagið Notio endurgivið í Útvarpi Føroya fyri at hava áhuga í Atlantsflog. Hetta man helst verða einasta felag, sum alment hevur boðað frá áhuga í Atlantsflog, og tí er tað rættiliga relevant at hyggja eftir, hvør stendur aftanfyri hetta felag. Her hitta vit aftur Poul Michelsen. P/F Poul Michelsen var ein av stovnarunum av Framtaksfelagnum Notio. Notio eigur eisini 30% av partapeninginum í P/F Poul Michelsen.
Hetta merkir, at tinglimurin Poul Michelsen ikki bara er tinglimur, men eisini er ein av stovnarnum av felagnum, sum alment hevur boðað frá áhuga í at keypa Atlantsflog. Sama Notio felag, sum er stóraktionerur í P/F Poul Michelsen í dag. Hetta setir hansara viðmerkingar í eitt heilt annað ljós, og kann tað undra, at eingin hevur mett hesar upplýsingar verða áhugaverdar fyri borgaran, tá man nú avger at endurgeva Poul Michelsen. Tað kundi verið áhugavert at fingið eina afturmelding frá miðlunum, sum endurgeva Poul Michelsen, um hví tað ikki var mett at hava áhuga millum fólk, at sami Poul Michelsen er tætt knýttur at Notio.
Man kundi spurt, hví ikki varð ringt til ein danskan serfrøðing og spurt, um tað hevði komið fyri, at ein danskur fólkatingslimur, ið var ein av stovnarnum av einari fyritøku, sum alment hevur boðað frá áhuga í einari statsogn, hevði úttalað seg um søluna av somu statsogn. At talan er um ein habilitetstrupulleika er helst lítil ivi um, óansæð um einum tørvar at ringja til onkran hissini serfrøðing ella ikki.
Poul Michelsen kann salvandi sum tinglimur úttala seg um hvat sum helst, men tað eigur at verða sjálvsagt, at slík úttalilsi verða sett í samanhang og vigað hareftir. Tá nú eitt felag, sum P/F Poul Michelsen er ein av stovnarunum av, og sum harafturat hevur keypt 30% í P/F Poul Michelsen, alment hevur víst áhuga í at keypa Atlantsflog, so setur tað úttalilsini hjá Poul Michelsen um søluna av Atlantsflogi í perspektiv.
Sosialurin