Vit skulu á hesum stað ikki taka avgerðina fyri løgmann. Men nógv bendir á, at hann fer at avlýsa fólkaatkvøðuna. Bakland løgmans í Fólkaflokkinum vágar sær ikki út til eina fólkaatkvøðu um eitt uppskot, sum frammanundan er dømt til at falla. Flokkurin heldur vandan við at tapa fólkaatkvøðuna vera størri enn vinningin við at vinna hana
Fólkaflokkurin viðgjørdi týskvøldið lógaruppskotið hjá Høgna Hoydal um fólkaatkvøðuna. Niðurstøðan av hesum fundi var, at løgmaður skuldi gera av, um fólkaatkvøðan verður hildin 26. mei, ella at hon verður avlýst. Fólkaflokkurin vil ikki, at fólkaatkvøðan skal verða útsett.
Sjálvstýrisflokkurin hevur eisini viðgjørt lógaruppskotið um fólkaatkvøðuna. Hann heldur tað vera best at útseta hana til 14. september. Hann metir landsstýrið til ta tíð hava størri møguleika fyri at sannføra veljaran um, at tað er rætt at atkvøða ja.
Tjóðveldisflokkurin stendur fast við sítt. Hann vil hava fólkaatkvøðu 26. mei, eins og áður boðað frá.
Stóri spurnigurin í dag verður tí helst, um Tjóðveldisflokkurin enn einaferð gongur við til at melda út eitt nýtt útspæl frá landsstýrinum, fyri at varðveita sín sess í landsstýrinum og framhaldandi royna at skapa eina fólkaøsing móti Danmark, soleiðis at tað eydnast at fáa fólkið við uppá fullkomnu loysn teirra - sum er fullkomin loysing.
Løgmaður hevur enn einaferð fríggjað til Javnaðarflokkin. Spurningurin er so, um hann enn einaferð ger hetta fyri at leggja trýst á Tjóðveldisflokkin. Er tað so, og landsstýrið aftur nú kemur við nýggjum útspæli, er politiski glæntrileikurin um fullveldi fullkomin. Útmelding eftir útmelding í trý ár uttan nakað ítøkiligt úrslit at vísa á.
Skal løgmaður betra um úrslit sítt til næstu veljarakanning og til komandi val, eru ráð okkara til hansara at skriva út nýval ella skipa nýggja samgongu.
Sosialurin









