ODDAGREIN: Ørkymlandi støða

Týsdagin varð greitt, at føroyingar fáa eina fýra ára búskaparliga skiftistíð, um teir atkvøða fyri ætlanini hjá landsstýrinum á fólkaatkvøðuni tann 26. mai. Danski forsætisráðharrin skar út í papp, at sigur Føroya folk ja tann 26. mai, so er fullveldistilgongdin byrjað. Líka mikið, hvat føroyingar atkvøða í 2012.

 

Tað var væntandi, at danska stjórnin fór at halda seg til 4 ára skiftistíð, men tað var kanska óvæntað, at forsætisráðharrin fór at leggja ætlanina hjá landsstýrinum soleiðis út, at fullveldistilgongdin er byrjað. Løgmaður hevur roynt at vísa á, at um 12 ár skulu føroyingar taka støðu, um teir vilja skipa Føroyar sum fullveldisríki ella ikki.


Orðini hjá forsætisráðharranum fingu ti formenninar í øllum landsstýrisflokknum at staðfesta, at forsætisráðharrin roynir at ræða føroyska veljaran til ikki at atkvøða ja tann 26. mars.


At tann seinra fólkaatkvøðan fór at skapa trupulleikar kundi væntast. Vit kunnu sjálvandi kjakast um, og hava ymiskar meiningar um, hvussu moralskt bindandi ein ein lógarsamtykt, sum er staðfest á eini fólkaatkvøðu, er, men tað er næstan indiskutabult, at seinra fólkaatkvøðan ørkymlar og skapar politiskan ruðulleika longu nú.


Munurin millum samgonguna og Javnaðarflokkin skuldi ikki verið stórur nú, tá hugsað verður ætlania fyri yvirtøkur og ætlanina at skapa ein sjálvberandi búskap, men líkt er hinvegin til, at fólkaatkvøðan í 2012 um fullveldið ger munin. Henda fólkaatkvøðan var eisini tikin fram á almennum fundi í Sjálvstýrisflokkinum ígjárkvøldið, og fleiri hildu, at henda skuldi ikki verið ásett nú.


Tað skuldi verið upp til politiska myndugleikan og Føroya fólk tá, at tikið støðu til framtíðina. Heldur skuldi hetta landsstýrið framt nakrar yvirtøkur, tí hetta landsstýrð hevur gjørt líka lítið sum sjálvstýrislandsstýrið við atliti til yvirtøkur, hildu sjálvstýrisfólk!


Sum skilst, kom henda seinra fólkaatkvøðan inn í myndina eftir kravi frá Tjóðveldisflokkinum, og tað gjørdist partur í semjui hjá landsstýrinum. Men eitt krav, sum óivað aftur forðar fyri eini breiðari semju í sjálvstýristilgongdini. Seinasta orðið er tó ikki skrivað enn, sum formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum segði týskvøldið.