Stórir spenningar hava annars verið fleiri staðni í almennu skipanini, síðani verandi fíggjarlóg varð løgd fram. Her hevur verið víst á tørv á hækka játtanir til skúlaverkið, til gransking og til mentan eins og fleiri av almanna- og heilsutænastunum. Eisini hevur spurningurin um pensiónina verið nógv frammi. Og so er tað geografiska býtið hvussu nógv verður játtað til virksemi í miðsteðarøkinum í mun til útjaðaran.
Tað er nettupp hetta seinasta, sum størsti andstøðuflokkurin sambart úttalilsum frá framsøgumanni floksins í blaðnum í gjár, ætlar sær at hyggja serliga væl eftir, tá fíggjarlógaruppskotið kemur fram. Páll á Reynatúgvu sigur, at nú eiga vit at tálma útbyggingar í miðstaðarøkinum og seta meria ferð á útjaðaran. Hesum kunnu vit ikki vera ósamd í. Nú undirstøðukervið í landinum er vorðið so nógv útbygt ber so sanniliga betur til at fremja almennar útbyggingar úti kring landið. Hóast sentralisering er ein náttúrlig gongd í einum samfelag sum okkara, so er tað uppgávan hjá politikarunum at tryggja, at virksemi er kring alt landið. At tað er liviligt í øllum oyggjum. Undirsjóvartunlar, betri veganet og nýggjar ferjur hava skapt eitt spildurnýtt grundarlag hjá politikarunum at tilrættaleggja og raðfesta øðrvísi enn fyrr.
Framsøgumaður Tjóðveldisfloksins heldur, at tað er ov nógv ferð á virkseminum í miðstaðarøkinum, og tað hevur gjørt, at alt verður dýrari og torført er at fáa arbeiðsmegi. Tí skjýtur hann upp, at vit køla niður virksemi í miðsteðarøkinum og heldur hita upp útjaðaran. Hetta eru skilagóðir tankar, tó at vit heldur ikki mugu seta fót fyri tí náttúrliga og neyðuga útviklinginum, eitt nú á vinnuøkinum, sum fer fram í miðstaðarøkinum.
Hetta landsstýrið hevur brúkt nógva orku uppá Visjónsætlanina 2015. Tað er í sær sjálvum gott. Men tað er eisini rætt sum størsti andstøðuflokkurin førir fram, at vit mugu heldur ikki gloyma dagin í dag. Neyðugt er at ikki bert landsstýrið men eisini andstøðan er við til at byggja brýr millum dagin í dag og so Visjónsætlanina 2015. Vónandi fáa vit eitt livandi og mennandi orðaskifti um komandi fíggjarlóg.
Sosialurin









