Eingin journalistur við virðing fyri sær sjalvum kann ignorera, at formaðurin í Fíggjarnevndini og Fíggjarmálaráðharrin eru sum tvær reyðar kýr, tá fíggjarlógin fyri 2003 verður umrødd. Nakað sum kom tíðiliga til sjóndar í sjónvarpskjakinum týskvøldið, har menninir kappaðust um at bíta hvønn annan av. Neyvan hevur nøkur fíggjarlóg verið so ófullfíggjað, tá hon er løgd fyri tingið, sum tann fyri 2003. At onkur annar samgongulimur velur at kalla hetta fyri glæntrileik er so hansara søk.
Nú eitur tað, at talan er ikki um at spara knapt 200 milliónir, men at minka um meirnýtsluna, so at knapt 200 milliónir ikki verða lagdar afturat støðinum fyri 2002. Man kann pakka tað inn, sum man vil, men talan er um eina sparing uppá knappar 200 milliónir í mun til fíggjarlógaruppskotið fyri 2003, ið var lagt fram av Karsten Hansen. Nakað annað er so, at tað kann ikki verða annað ein sparing í rakstri, tá Løgtingið hevur samtykt íløgur fyri hundraðtals milliónir tey næstu árini, og so samstundis forlangar, at fíggjarlógin skal standa í stað ella minka. Eitt upplagt stað at skarva av er í umsitingini, ið er alt ov dýr. Tað er bert harmiligt, at samgongan ikki hevur viljað lurtað eftir andstøðu og fjølmiðlum í fleiri ár, men bert hevur økt um umsitingina í ólukkumát, meðan hon hevur sitið. Vónandi fara spariætlaninar hjá samgonguni ikki at raka stovnar, ið eru í beinleiðis samband við skattgjaldaran t.v.s. brúkaran av almennum tænastum, meðan umsitingin stendur í stað ella veksur. Tað vildi verið mønustingurin hjá føroyska vælferðarsamfelagnum, og uppá longri sikt, hevði hetta eisini verið at sagað greinina yvir, ið ein effektiv umsiting skal sita á.
Óli Breckmann hevði í sjónvarpinum hug at leggja samgongufelagarnar hjá Fólkaflokkinum undir at duga verri at spara pengar. Hetta er møguliga briksl frá hansara síðu. Hann segði eisini, kanska meira áhugavert, at Høgni Hoydal ræðist gerandisdagin. Ger hann tað? Ein skuldi trúð, at formaður í størsta samgonguflokki gekk í sveittabroti og royndi saman við flokki sínum at fáa endarnar at røkka saman í fíggjarlógaruppskotinum. Er hetta støðan? Vit vita ikki, men tað seinasta vit hava frætt er, at hann hevur skrivað yvirlýsing um Thule basan í Grønlandi og hevur hitt skotsku nationalistarnar SNP. Ikki júst mál, ið standa ovast á føroysku dagskránni, og ei heldur mál, ið hava framúr nógv við gerandisdagin hjá Føroyingum at gera. Løgin raðfesting, tá føroyska fíggjarlógin ikki hongur saman.
Sosialurin