Oddagrein· Privatisering av Atlantic Airways farin av sporinum

Argumentatiónin fyri at privatisera Atlantic Airways er greið nokk hjá teimum borgarligu samgonguflokkunum. Teir vilja prinsipielt hava flogfelagið á privatar hendur. Hjá Javnaðarflokkinum er eitt sindur verri. Onkrir javnaðarpolitikarar eru endurgivnir fyri at siga, at Atlantic Airways var stovnað fyri at fáa bíligari ferðaseðlar fyri føroyingar. Slíkar útsagnir benda á tørvandi søguligt innlit, sum kann tykjast løgið millum limir í flokkinum, sum var ein av undangonguflokkunum, tá tað kom til stovnsetan av føroyskum flogfelag.

Siktið við at stovna Atlantic Airways var nógv breiðari enn so. Tað snúði seg um at fáa føroyskan ræðisrætt á flúgving til og frá Føroyum, so at hesin farvegur uttanlands hjá føroyingum skuldi rekast uppá føroyskar treytir sum føroyingurin ynskti. Ein slík satsing kravdi djarvar visionerar politikarar og ikki visiónsleyst dogmatiskt prát, sum hevur verið niðurlag í politikki, og ikki minst í pressuni seinastu árini, um at tað almenna fyri alt í verðini ikki má eiga og reka ein vinnuligan aktivitet. Hvør sigur, at hetta ikki má verða so? Hvørjar royndir hava føroyingar við tí privata, tá tað kemur til undirstøðukervið? Nær hava vinstravendir veljarar avgjørt at tikið undir við nýliberalistiska rákinum, har allur almennur aktivitetur verður niðurbundið í eitt initiativleyst administratiónsapparat og einki annað?

Høvdu vit havt flúgving á føroyskum veingjum í dag við knapt 200 føroyskum arbeiðsplássum, við visiónsleysa mantrainum um, at einki vinnuligt virksemi má rekast av tí almenna? Høvdu vit havt nakra uttanlanda ferðafólkasigling á føroyskum kjøli í dag, um politikarar á sinni høvdu tikið undir við dogmainum um, at tað almenna einki má reka?

Svarið uppá omanfyrinevndu spurningar gevur seg sjálvt.

So er tað privatiseringshátturin í ætlaðu privatiseringini av Atlantic Airways. Á hesum stað var mangan sett spurnartekin við ætlanunum um Virðisbrævamarknað Føroya. At tað almenna ikki hevur somikið álit á sínum egna uppfinnilsi, at teir privatisera gjøgnum virðisbrævamarknaðin, er ein greið ábending um, at Virðisbrævamarknaður Føroya hevur ivasamt virði. Hvussu skal nakar annar hava álit á honum, um landið ikki hevur tað? Eigur vanligi føroyingurin ikki at fáa høvi at keypa partabrøv!

Tað verður sagt, fyri at sissa tey atfinningarsomu, at Atlantic Airways meirilutin skal seljast, men at landið við partaeigarasáttmála skal tryggja, at virksemið skal verða staðbundið í Føroyum. Við øðrum orðum er uppskriftin tann, at onkur skal keypa meirilutan av felagnum við somu rættindum sum ein minniluti. Her gerst argumentatiónin púra burtur hjá bæði tinglimum, landsstýrismanni og nevndarformanni í Atlantic Airways. Ein partaeigarasáttmáli kann broytast, um partarnir avgera tað. Um man vil selja ein part av Atlantic Airways og varðveita avgerðarrættin, so skal man ikki selja meir enn 49%, og so sleppur man frá einum partaeigarasáttmála. Munurin í pengum millum at selja 66% og 49% er so at siga eingin. Hví landsstýrið endliliga vil selja 66% er bara skilligt, um man gitir, hvat næsti leikur verður um eitt ár ella tvey.