Oddagrein· Politiskt arvastríð

Orðaskiftið um fíggjarlógina 2004 gav eina rættiliga greiða heildarmynd av tí, sum skilur andstøðu og samgongu. Heildarmyndin vísti eisini eina andstøðu, sum støðugt var í álopi, meðan samgongan meira ella minni var í verjustøðu. Tað vil so vera, fyri tað fyrsta tí, at tí samgongan er nýggj og valla hevur funnið síni bein. Fyri tað annað tí, at fíggjarlógaruppskotið veruliga hevur nakrar veikleikar, sum gav andstøðuni høvi til at loypa á. Hinvegin eigur andstøðan sum kunnugt ein stóran part av fíggjarlógaruppskotinum, sum í stóran mun er arvur frá gomlu samgongu. Sostatt vóru álopini ikki uttan eitt vet av hykli, og orðaskiftið gjørdist mangan eitt slag av politiskum arvastríði.

Tað var andstøðan, sum støðugt var í álopi. Stundum tóktust álopini púra grundleys og ósamskipað og stundum hevði andstøðan grein í sínum máli. Tað, sum kundi virkað ósamskipað, var orðadrátturin kring blokkniðurskurðin. Stóri andstøðuflokkurin tvíhelt um tað skilagóða í at skerja blokkin og serstakliga fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin harmaðist um, at ikki allar blokkurin var burtur. Hetta er skilligt, tí hetta er Tjóðveldisfloksins politikkur. Tað, sum ikki hekk saman hjá Tjóðveldisflokkinum her, var tann samstundis áhaldandi atfinningin, um at ov nógv var spart. Eftir situr lurtarin við spurninginum: hvar hevði verið skorið, um allur blokkurin var burtur?

Hinvegin hevur hesin flokkur rætt í sínum atfinningum til sparingarnar á mentanar- og granskingarøkinum. Hesar sparingar tykjast tilvildarligar og ógrundaðar, so mikið meira sum at núverandi stjórnarflokkar í valstríðinun eins og stóri andstøðflokkurin løgdu stóran dent á júst hesi øki. Tí mugu vit tíverri geva Tjóðveldisflokkinum rætt í, at her er lopið á, har garðurin er lægstur, og fer hetta at koma serstakliga Javnaðarflokkinum aftur um brekkur, um ikki økið verður raðfest hægri á fíggjarlógini fyri 2005. Ásannast má, at samgongan ikki kundi koma við skilagóðum grundgevingum fyri sparingunum á granskingar- og mentanarøkinum. Her var størsti veikleikin hjá samgonguni undir orðaskiftinum, og hetta eigur at geva samgonguni nakað at hugsa um.

Vit mugu heldur ikki gloyma, at júst núverandi løgmaður undir valstríðnum legði stóra áherðslu á tann týdning, sum eitt nú granskingin hevur fyri at kunna menna vinnuna uppá longri sikt. Tað var skilagóð tala tá og átti at verið eins skilagóð tala nú, tá tað ræður um at seta orðini í verk. Vónandi hevur samgongan tikið atfinningarnar til eftirtektar, soleiðis at broytingar verða gjørdar í fíggjarnevndarviðgerðini og til ta næstu fíggjarlógina.

Sosialurin