Oddagrein: Politisk summarfrí

Tríggir menn hava gjørt av, at nú skal Løgtingið í summarfrí. Tað eru formenninir í Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum – tann sokallaða makrelsamgongan.
Ikki tí, tað er helst einki galið við tí, tó at Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin hava sent út alment mótmæli. Og rætt hava teir í smáu flokkunum, at tað tykist margháttligt, at teir als eingi boð fáa, men frætta um tað í miðlunum, at teir nú hava fingið summarfrí.
Bill Justinussen og Kári á Rógvi vísa á, at nakað ringur hevði Høgni Hoydal verið, um hann varð viðfarin á slíkan hátt – »at um ein meirluti hevði boðað frá, at landsstýrið nú fór at stýra við kunngerðum, og at tingið ikki sleppur at viðgera tingmál til endans«. Men, siga Bill Justinussen og Kári á Rógvi, at »andstøðuleiðarin, ið vera skal, er sjálvur við í hesi ráðagerð.«
Mánadagin segði løgmaður við útvarpið, at tað er frægast, at løgtingið ikki kemur saman aftur fyrr enn á ólavsøku. Hann segði, at landsstýrið hevði ikki fleiri mál, sum tørvaðu politiska viðgerð í tinginum. Men hann vildi ikki svara upp á spurningin, um hann hevur gjørt eina undirhondsavtalu við Høgna Hoydal soleiðis, at Høgni Hoydal sleppur undan stjórnarskipanaruppskotinum, meðan Kaj Leo Johannesen sleppur undan at yvirtaka útlendingaøkið. So tann spurningurin stendur ósvaraður – vit kunnu bara gita. Men tað er eitt politiskt maktspæl, sum gongur fyri seg í løtuni, so tað er heilt vist, at handlað verður við politiskum málum – og tann telvingin tykist virka nógv betur, enn tá samgongna er.
Vit plaga jú at tosa um andstøðu inni í samgonguni. Soleiðis er tað altíð. Men nú, tá Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin sita einsamallir í minnilutastýri, so er ikki pláss fyri hesi andstøðuni, og tí sampakkar tað sera væl, at Tjóðveldi er við á síðulinjuni, tí nú fáa bæði samgonga og andstøða nakað – og samgongan verður hildin skákmát av eini veruligari andstøðu.
Vilja tingfólk hava nakað burturúr, ja so er tað ikki verri enn so, enn at tingmálini verða løgd framaftur eftir ólavsøku, so sum løgmaður vísti á. Er viljin til staðar, so fæst kanska eisini ein líkinda loysn á stjórnarskipanaruppskotinum. Løgmaður vil hava størri konsensus, og tað er sjálvandi eitt gott mál at seta sær. Við teprum meirilutum, so koma vit ikki úr tjóðskaparligu naggatódnini – og vísa tingfólk ikki veruligan vilja, so kunnu vit skjóta ein hvítan píl eftir tjóðskaparmálinum næsta mansaldurin.
Tað, sum tó hevur størstan týdning er, at politiska skipanin fær arbeitt. Tað tykist vilji vera til tað í makrelsamgonguni – sum helst verður landsins nýggja leiðsla eftir valið.

» Bæði samgonga og andstøða fáa nakað burturúr