Oddagrein· Politisk kúvending í Ísrael

Forsætisráðharri Ísraels, Ariel Sharon hevur gjørt av at fara úr Likud flokkinum. Hann fer í staðin at stovna ein heilt nýggjan politiskan flokk. Sharon hevur síðan hann av álvara fór undir friðartilgongdina við palæstinar havt stórar trupulleikar við høgravongin í Likud flokkinum. Hesin vongur trýr ikki uppá friðartilgongdina, og hesin vongur heldur ikki, at tað ber til at gera avtalur við palæstinsku sjálvstýrisstjórnina í Gaza. Her er veruliga hend ein kúvending í politisku starvsleið Sharons. Hann, sum hevur verið ein tiltikin og harðrendur høgrapolitikkari, boðar nú frá, at hann fer at stovna flokk, ið politiskt fer leggja seg á miðjuni í ísraelskum politikki. Henda avgerð Sharons hevur skelkað ísraelskan politikk, og eingin heldur seg veruliga til í dag at spáa um, hvat fer at henda. Sharon hevur verið hjá forsetanum Moshe Katzav og heitt á hann um at skriva út val. Kazav hevur boðað frá, at hann er púra samdur við Sharon og heldur, at val eigur at verða útskrivað sum skjótast til tess at fáa greiði á politisku støðuni.

Orsøkirnar til at Sharon hevur tikið hettas stig eru fleiri. Fyri tað fyrsta hevur Sharon mist samgongupartnaran Arbeiðaraflokkin, sum hevur tikið seg úr samgonguni. Í øðrum lagi er talan um álvarsamar trupulleikar innanfloks í Likud. Her hevur leingi prutlað undir lokinum og er tað serstakliga erkifíggindi Sharons, Netanyahu, sum hevur gjørt Sharon politiska lívið súrt. Netanyahu hevur so at siga dagliga funnist at friðarpolitikki Sharons og støðugt ávarað ímóti at gera avtalur við sjálvstýrisstjórnina í Gaza. Tey, ið vanliga gera viðmerkingar til ísraelskan politikk, eru púra paff av stigi Sharons og metingarnar eru sum heild, at hetta fer fullkomuliga at kollvelta ísraelskan politikk. Í løtuni er eingin veruligur miðflokkur í Knesset. Tað er tí sera torført at spáa um, hvussu alt hetta fer at ávirka politisku støðuna í landinum.

Men eisini Arbeiðaraflokkurin hevur sínar trupulleikar at dragast við. Heilir tíggju tinglimir hjá flokkinum hava júst alment boðað frá, at teir fara at fylgja Sharon yvir í tann nýggja miðflokkin. Hetta er ein stór smeitur fyri Arbeiðaraflokkin. Orsøkin til henda nýggja og óvæntaða trupulleika tykist vera tað formansskiftið, ið júst er hent í flokkinum. Her er hend ein stór broyting, og eitt heilt nýtt ættarlið tykist at hava tikið ræðið í Arbeiðaraflokkinum. Valið í Ísrael er avgerandi fyri friðartilgongdina. Atfinningarnar móti friðartilgongdini eru stórar í Likud eins væl og í Arbeiðaraflokkinum. Ein triði flokkur á politiska pallinum fer neyvan at gera støðuna lættari. Hinvegin kann heimurin bara bíða og vóna, at vit og skil sigra á valinum, so friðartilgongdin kann halda fram.

Sosialurin