Møguliga eftir trýsti fyri vánaliga fíggjarliga úrslitið hjá stovninum. Landsstýrismaðurin hevur ikki dult fyri, at onkur mátti taka avleiðingarnar av hesum úrsliti. Tað hevur Tróndur Djurhuus nú gjørt. Tað er eftir okkara tykki stórur missur fyri stovnin, tí stavnhald hansara hevur verið at byggja upp eitt nútímans føroyskt sjónvarp, og var hetta komið væl áleiðis. Ein uriaspostur, ið vegna tørvandi politiska uppbakking, hevur verið ómøguligur at liva upp til av sjálvt tí besta. Hetta hava verið nøkur ár við stórari menning í sjónvarpinum sum stovni. Tá undirtøkan at fara undir at byggja nýtt sjónvarpshús ikki var nóg stór, hevur verið roynt at byggja út á verandi øki, og hetta vita vit er nakað, sum kann kosta nógv, tá avtornar. At menna stovnin innihaldsliga um somu tíð sum fysisku karmarnir verða betraðir, er eitt stórt og tungt tak. Tá politikararnir so ikki hava viljað sett neyðuga peningin av til menningina av hesum stovni, hevur leiðslan verið noydd at dúva uppá inntøkur frá spæli og lýsingum. Slíkar eru svikaligar. Tað hevur tó eydnast stjóranum at skapa hesum stovni nakrar nýggjar karmar, sum so skuldu vera tað grundarlag, ið alt framtíðar innihaldið skuldi byggjast á. Gjørdar eru íløgur, sum skuldu bera stovnin inn í framtíðina. Í øllum hesum stríði hevur leiðslan so mist yvirlitið yvir fíggjarligu støðuna.
FØROYINGAR kenna Trónd Djurhuus sum ein av okkara dugnaligastu journalistum. Fáur hevur dugað sum hann at verið vertur fyri sendingum, sum vit øll hava virðismett høgt. Tað eru eisini tey, sum siga, at hansara pláss er á skíggjanum og ikki inni á teimum stressaðu stjórakontórunum. Vit eru eitt so lítið land, at tað er eisini avmarkað við gávuríkum fólki til slíkar uppgávur. Tað skal vera okkara vón, at hesin evnaríki og fryntligi TV-verturin aftur fer at teljast millum virknu journalistarnar í landinum, hvar hann so enn endar. Eingin ivi er um, at sjónvarpið verður fátækari uppá dygd og engagement, nú Tróndur ikki verður at síggja longur á skíggjanum. Tað má vera okkum loyvt at gita, at hann kortini onkursvegna fer at gera journalistiska karrieru aftur á hesum stovni ella aðrastaðni. Føroyska pressan hevur rætt og slætt brúk fyri honum.
SJÓNVARPSSTJÓRIN hevur tikið á seg ábyrgdina av vánaliga úrslitinum. Hetta er tó eisini ein áminning til allar føroyingar um, at tað almenna Føroyar hevur svikið. Landsstýrið og fyri tað løgtingið hava ikki viljað givið stovninum karmar at virka undir, sum tað sømir seg einum tjóðarsjónvarpi í 21. øld í einum sjálvbjargnum Føroyum. Til verju fyri sjónvarpsstjóran talar, at løgtingið og landsstýrið ongantíð vildu geva Sjónvarpi Føroya teir neyðturviligu fíggjarligu karmar at arbeiða undir, soleiðis at sjónvarpið kundi lúka tey krøv, sum somu myndugleikar áløgdu sjónvarpinum. Teir áløgdu nevniliga sjónvarpinum við kringvarpslógini og tí sokallaða Øravíkarskjalinum, at 30% av senditíðini skuldi vera føroysk og at halda eitt høgd dygdarstøði. Eingin sjónvarpsstjóri í allari verðini og heldur einki sjónvarp kann lúka slík kvalitetskrøv uttan eina játtan á fíggjarlógini. Samanumtikið má man siga, at Tróndur Djurhuus hevur havt øgiliga truplar umstøður at arbeiða undir, og tað má vera okkara vón, at myndugleikarnir nú taka fylgjurnar av hesum og geva einum komandi sjónvarpsstjóra og sjónvarpi ta fíggjarliga støði, sum skal til, soleiðis at føroyingar fáa gott sjónvarp. Gott sjónvarp er einasta mótverja móti tí vánaliga, sum børn og ung fáa inn í stovnurnar frá video og parabolum. Lagnunnar speisemi er tað annars, at nettupp nakað av tí annars góða researcharbeiði, sum táverandi journalisturin Høgni Hoydal slapp at gera í bankamálinum - lopfjølini til Tinganes - er ein partur av tí undirskoti, sum nú feldi stjóran.