Tey góðu fólkini, sum sýna medmenniskjum ans í felagsskapinum »Í menniskjum góður tokki« boða frá, at fimmhundrað familjur í Føroyum eru so neyðlíðandi, at teimum tørvar fátækrahjálp til tess at kunna halda eini líkinda jól.
Samstundis samtykkir okkara høga ting – sum í áravís hevur ignorerað sína skyldu at áseta eitt fátækramark og virka hareftir – eina eykajáttan soleiðis, at ellivu familjur í Gøtu kunnu halda jól í feitum luksus við ikki bara at fáa 53 milliónir aftur, sum landskassin legði hald á »av órøttum«. Men eisini við at fáa út við 16 milliónir í rentum av hesum. Pengar, sum hesar familjur hava tjent upp á nøkur rættindi – sum vit vanliga kalla fólksins ogn – sum landið hevur givið teimum gratis.
Er hetta tað samfelagið, sum veljarin vil hava? Einki nýtt er í tí, at Fólkaflokkurin er mótstandari av at gjalda skatt. Meira fólk sleppa undan at gjalda í skatti, stuttligari er tað hjá Fólkaflokkinum. »Pengarnir hava tað best í lummanum hjá teimum privatu«, er eitt gamalt slagorð hjá Fólkaflokkinum. Kortini vænta vit, at meinig fólkafloksfólk munnu ógvast við tann ójavna, sum hesi bæði dømi omanfyri vísa.
Men tað ringasta av øllum er, at eingin megnar at gera nakað við at broyta hendan ójavna. Eitt er, at løgtingsfólk ikki duga ella vilja gjøgnumskoða rotinskapin í hesi skipan. Men har situr eitt apparat av ráðgevarum rundan um politikarar, sum sigur, hvussu lógirnar skulu smíðast. Hesir ráðgevarar ráðgeva beinleiðis hol í lógirnar, sum ráðgevararnir gera sær dælt av fyri at ráðgeva til dømis reiðarum, hvussu teir flyta pengar úr vinnuni niður í privatar lummar skattafrítt.
Hetta hevur als einki við vanliga kapitalismu at gera. Hetta eru bara framíhjárættindi til nøkur fá!
Men hví hava politikarar ikki rygg til at tetta slíkar lekar? Er tað nakar, sum heldur tað vera rætt, at partaeigararnir í Vinnuni í Gøtu skulu tjena 16 milliónir upp á at rinda skatt av órøttum – skattur, sum átti at verið goldin, um skattareglurnar vóru í ordan?
Hetta er totalt langt úti. Og so kann løgmaður leita eftir monnunum hjá støku mammunum sum hann vil. Heldur kundi hann lisið jólaevangeliið umaftur fyri at fáa íblástur til, hvussu vit fáa í menniskju góðan tokka – heldur enn at taka úr felagskassanum at geva nøkrum fáum.










