Oddagrein <ph_1>: Vit skriva

Vit skriva:

Í okkara fyrsta blaði, hava vit valt at taka evnið upp, sum eitur fartelefonir.
Seinastu árini hevur fartelefonin veruliga tikið dik á seg, og nærum øll ganga og mala við eini fartelefon í dag.
Fartelefonir er nakað, sum er eitt »must« - trendið, hip, in, smart. Sms-boð, teir nýggjastu ringitónarnir, bílætaboð og annað fer við nógvari tíð, tá tosað verður um fartelefonina hjá ungdómi í dag.
Men treyðugt so. Fartelefonin er meira enn so hent. Fyri nøkrum mánaðum síðani var eitt ferðsluóhapp á Oyggjarvegnum. Bilurin var farin so langt oman í bøin, at um annar av teimum báðum, sum vóru í bilinum ikki hevði eina fartelefon, so høvdu teir helst ikki verið funnir fyrr enn einaferð - og tá hevði tað kanska verið nógv verri statt enn áðrenn.
Hvat er tað, sum ger, at fartelefonin er vorðin til eitt neyðturviligt amboð í dagsins samfelag? Fyrr hevur tað ikki verið soleiðis, at tú hevur skulað verið til at fáa fatur á 24 tímar um døgnið. Fyrr var tað nóg mikið við eini fastnettelefon, og var tú ikki heima, so var spell. So mátti bara bíðast og ringjast aftur seinni.
Ivi er ikki um, at mong foreldur munnu argast inn á telefonrokningina síðani fartelefonin hevur fingið ein so høgan status her á landi. Dýrari er at ringja á eina fartelefon enn eina fastnettelefon, so skjótt er, at telefonrokningin verður heldur hægri enn ætlað.
Til ber eisini at fara langt aftur í tíðina, tá bara ein telefon var í bygdini. Í dagsins samfelag ber illa til at ímynda sær, hvussu hevur borið til at samskifta. Men tey, ið livdu tá í tíðini, kláraðu seg fínt. Tað var ikki nakar trupulleiki ikki at eiga eina telefon.
So eru tað eisini nøkur, sum í dag ikki eiga eina fartelefon. Onkur undrast kanska á, hvussu ein so kann fáa fatur á viðkomandi, men satt at siga, man tað ikki vera so ringt, sum ein einaferð vil gera tað til at vera. Áhaldni er eitt gott boð.
Ein brennandi spurningur er so, um tað nú er so hip, smart, in og kul at hava eina fartelefon. Hvat er tað, sum ger tað so smart, at ganga og tosa í eitt lítið apparat, mitt á alfara vegi, blindur fyri øllum tí, sum hendir rundan um teg? Er tað ikki kanska eitt sindur meira »yt« enn nakað annað? »Ja, mamma, eg skal keypa mjólk og breyð!!!«.
Nakað annað, ið er av alneyðugum týdningi er, at minnast til at sløkkja telefonina. At kenna síni mørk. Vita, at nú hóskar tað seg ikki, at hava fartelefonina tendraða. Í øllum førum ikki ljóðið. Havi verið úti fyri, at ein fartelefon hevur ringt yvir grøvini, og tað er ALT annað enn sjarmerandi. Tá má ein veruliga seta spurningin: Hvar er skommin í fólki?
Okkara boðskapur er greiður: Fartelefonin kann saktans vera eitt hent amboð, men kenn tíni mørk, og lær teg eisini at binda frið og lat telefonina hvíla og vera sløkta viðhvørt.