Dánjal Pauli Danielsen, ið var landstýrismaður fyri Fólkaflokkin frá 1974 ? 1980 fekk nógv útyvir seg, tá hann vildi forbjóða píkadekkum. Spurningurin er tó, um hann ikki bara var framman fyri sína tíð.
Píkadekk eru ein byrða fyri umhvørvið, men nógv meta hetta verða vunnið innaftur í trygd. Nú er spurningurin um píkar eru tryggari enn vetrardekkini ikki ein, ið vit hava førleika til at vurdera, men tað er ein sannroynd, at nógv eru tey, ið kenna seg tryggari við píkum, óansæð um hetta hevur grund í veruleikanum ella ikki.
Grannalond hjá okkum hava forbjóðað píkadekkum fyr nógvum árum síðani, men enn er hetta ikki nakað, ið føroyingar hava tikið undir við. Sambært sjónvarpinum er tað á leið helvt um helvt millum píkadekk og vetrardekk í Føroyum.
Ikki eru tað so nógvir dagar, har glerstoytt er, og spyrjast kann, um ikki almennur flutningur við Bygdaleiðum og Bussleiðum kann nøkta flutningstørvin teir dagarnar illa koyrandi er. Tá hetta er sagt, so er eyðsæð, at munur er á at búgva á stórum plássi og so til dømis í Norðadali, har koyrast skal uppum fjøll í ringum líkindum fyri at koma vegin fram.
Svarið er kanska ikki so svart hvítt, sum antin at forbjóða píkum ella ikki. Píkar gera stóran skaða fyri umhvørvið við at asfalt verður gresjað upp og fýkur í umhvørvinum, og kostar hetta harafturat nógv í eyka vegviðlíkahaldi. Spurningurin er, um ikki eitt umhvørvisavgjald á píkar er uppá sítt pláss, heldur enn at banna teimum.
Eitt umhvørvisavgjald á eina vøru, har umhvørvisvinarligari alternativ finnast, mátti verið góður politikkur hjá teimum, ið hugsa um umhvørvið. Vit síggja nógv umhvørvisgjøld, har einki alternativ er, og harvið broytist einki í keypshugburðinum hjá fólki. Hesi umhvørvisgjøld eru í roynd og veru oftani einki annað enn ein eykaskattur. Við píkunum er øðrvísi. Har finnast alternativ, sosum vetrardekk og kollektivur flutningur.
Tey, sum so veruliga meta seg hava tørv á píkadekkum, kunnu so framvegis keypa hesi, men við ein lítlum gjaldi afturat. Ilt er at siga, hvat hetta gjaldið skuldi verið, men tá eitt dekk kostar fleiri hundrað krónur, so hevði ikki verið órímiligt, um nakrar krónur pr dekk fóru til umhvørvisverju.
Hetta er so eitt uppskot, ið skal síggjast sum eitt íkast til tað árliga píkakjakið. Leggjast skal dent á, at eitt slíkt umhvørvisgjald á píkar skal vera oyramerkt til umhvørvisátøk, so tað ikki bara verður burtur í landskassanum og fer til vanligan rakstur.
Sosialurin