Tað er eygsæð, at kyksilvur í mati er skaðiligt, men hetta eigur sjálvsagt ikki at forða myndugleikum og felagskapum at reka miðvísa herferð móti eitt nú tubbaksnýtslu, sum jú ikki er minni skaðiligt. Her má staðfestast, at hóast miðvísa upplýsing er roykingin millum tey ungu einki minkað. Royking er sera heilsuskaðilig ikki bert fyri roykjaran sjálvan men eisini fyri tey, sum eru í nánd, teir sonevndu óvirknu ella passivu roykjararnar. Her má tíverri staðfestast, at tað skal skarpur lútur til skurvut høvd. Upplýsing má við øðrum orðum fylgjast upp við einum nógv meira viðfevndum roykibanni, enn talan er um í dag. Tað má galda totalt roykibann á øllum skúlum og dagstovnum, almennum arbeiðsplássum, serstakliga heilsustovnum og innan almennan flutning. Royking er ivaleyst ein tann størsta hóttanin móti føroysku fólkaheilsuni og myndugleikarnir mugu taka hetta mál í størri álvara. Fyribyrgingarráðið eigur sum skjótast at koma við eini atgerðarætlan við tí endamáli at forða ungum í at byrja at roykja og at fáa tey ungu, sum roykja at halda uppat, áðrenn tað er vorðið ov seint.
Eitt annað vandamál er rúsevnisnýtslan millum tey ungu. Herfyri var kunngjørt, at 700 misnýtarar vóru í høvuðstaðnum. Høgur embætismaður hjá tollvaldinum boðar síðan frá, at hesi tøl ikki kunnu vera røtt. Hvørji eru so tey røttu tølini? má almenningurin spyrja. Eisini her má Fyribyrgingarráðið út á vøllin og seta eina kanning í verk. Uttan at vit kenna trupulleikan, kunnu vit jú ikki loysa hann. Eisini hetta mál hevur miklan skund. Er tað nevniliga so, at vit hava nógvar hassjmisnýtarar og hartil ein hóp av ungfólki, sum nýta hørð rúsevni, so má nakað gerast her og nú. Latið okkum fáa eina seriøsa kanning skjótast og so t.d. eina ráðstevnu, har allir avvarandi myndugleikar koma við sínum boðum uppá møguligar loysnir. Støðan sum nú valdar, kann ikki halda fram. Her má nakað gerast. Vit venda aftur til hini evnini.
Sosialurin