Oddagrein· Orðaskiftið til Føroya takk

Ein oddagrein okkara um viðgerðina av blokkinum á ráðstevnu á Christiansborg herfyri er fallin onkrum fyri bróstið. Vit hava á blaðnum einki ynski um at forða nøkrum bólki, flokki ella einstaklingum at upplýsa um blokkin ella at skipa fyri orðaskifti um blokkin.

Hinvegin fara vit til einaoghvørja tíð at tilskila okkum rætt til at gera viðmerkingar til tað, sum fer fram í føroyska og danska samfelagnum. Av tí, sum fyrilá frá nevndu ráðstevnu, fingu vit ta fatan, at ein av boðskapunum frá ráðstevnuni var, at blokkurin einvíst er skaðiligur fyri føroyskan búskap, og at hetta nú var greitt fyri donskum politikarum. Tað næsta ein kundi væntað, var eitt danskt initiativ til at minka blokkin enn meira.

Við støði í hesum vístu vit á, at avgerðin um blokk ella ikki blokk eigur at liggja í Føroyum og onga aðrastaðir. Vit eru als ikki ósamd um, at blokkurin kann vera skaðiligur, um hann ikki verður nýttur rætt, men hetta var ikki evnið fyri okkara oddagrein. Tað, sum vit vildu siga, var, at vit halda tað vera skeivt, at føroyskur politikkur verður fluttur niður á Christiansborg. Hetta er skeivt uttan mun til hvør, ið ger tað. Vit hava als einki ímóti einum orðakifti um blokkin heldur enn um nakran annan politiskan spurning. Men vit halda, at okkara orðaskifti eigur at vera her og ikki uttanlanda. Skal hetta orðaskifti fara fram uttanlanda, so eiga øll sjónarmið at verða løgd fram fyri eitt nú danir.

Hava danskir sakkønir, í hesum føri m.a. nakrir danskir toppolitikkarar sum Marianne Jelved og Frank Jensen, sjónamið uppá blokkin og onnur viðurskifti okkum viðkomandi, so eru tey vælkomin til Føroya at leggja síni sjónarmið fram og at hoyra øll føroysk sjónarmið. Vit hava jú eftirfylgjandi sæð fleiri núanserað sjónarmið um blokkin - sjónarmið, sum bæði Marianne Jelved og Frank Jensen kundu havt stóra gleði av at hoyrt frá einum breiðari forum í Føroyum. Tað skal tí vera áheitan okkara á tey, sum í framtíðini ætla sær at taka slík orðakifti upp, um at gera tað til part av okkara egna gerandisdegi í Føroyum og ikki sum tað sýnist tilætlað at vera brúkt politiskt á einum donskum palli við tí øsing og slagsíðu, sum vit av royndum vita slíkt kann fáa og hevur fingið áður.

Sosialurin