Orðaskiftið byrjaði við at ein fyrrverandi løgtingsformaður, Finnbogi Ísaksson, í blaðsamrøðu vísti á, at landsstýrið í alt størri mun gjørdist við yvirlutan í valdsjavnvágini millum løgting og landsstýri. Finnbogi Ísaksson vísti á, at óskilið við alt fleiri rammulógum í roynd og veru hevði við sær, at landsstýrið fekk lóggávuvald. Almenningurin hevði fesk dømi um hesa støðu. Rammulógir vóru so rúmar, at landsstýrismenn kundu gera kunngerðir, sum enntá gingu beint ímoti ætlanini við viðkomandi lóggávu.
Nú er Løgtingið so farið aftur til verka, og ein kundi kanska væntað, at onkur tingmaður fór at taka hendan áhugaverda spurningin upp í bløðunum ella á tingi. Eisini kundi ein rokna við, at onkur av grundlógarserfrøðingunum fór at gera viðmerkingar. Men so var ikki. Her hevur bert verið tøgn um hetta evnið. Tað er løgið. Tað er eisini mikið spell, tí hetta snýr seg um ein grundleggjandi spurning fyri fólkaræðið. Ein nýtist hvørki at vera serfrøðingur ella tingmaður fyri at duga at síggja, at tann neyðuga valdspolitiska javnvágin er ikki til staðar millum landsstýri og løgting. Hetta er ikki bert spell. Hetta er beinleiðis vandamikið fyri fólkaræðið. Hetta gagnar ikki rættartrygdini.
Tað kann í hesum sambandi verða hóskandi at minna á, at einstaklingar og yrkisfeløg so av og á gera vart við dømi um, at rættartrygdin er sett til síðis. Serstakliga hevur formaður Føroya Fiskimannafelags verið íðin at gera vart við hetta óskil. Tað tykist tó ikki sum, at nakar avvarandi mynduleiki ella landsstýrismaður tekur sær av atfinningunum. Tað verður ikki latist um vón, og atfinningarnar, sum væl at merkja vanliga eru væl skjalprógvaðar, kundu fyri tann skuld verið luft! Hetta eru alt tekin um eina valdsarrogansu og eitt stórlæti, ið ikki klæðir fólkaræðisligum stovnum. Hetta er ikki sunt fyri demokratiið. Tað sær tískil ikki mætari út enn, at fjølmiðlarnar mugu taka sær um reiggj og gera meira burtur úr spurninginum um rættartrygdina í Føroyum.
Sosialurin