ODDAGREIN: Onga peiling av samgongu

Umsíðir tykist gongd verða komin í val­stríð­ið, nú bert ein ar­beiðs­vika er eft­ir til val­ið. Fram­løg­u­send­ing­ar­nar í Kring­varp­i­num seta al­tíð sín dám á, og leist­ur­in hes­a­ferð við sjón­varps­val­fund­um, »Søgn og mót­søgn«, er eitt sera gott í­kast í kjak­ið. Ser­liga tí, at her sleppa val­evni – tvey og tvey, at kjak­ast eina løtu, utt­an at vert­ur­in í heil­um brýt­ur av og bland­ar seg so­leið­is, at val­evn­i­ni missa tráð­in.

Boði Godt­fred hev­ur klár­að seg væl í hesum leik­luti.
Hetta er aðru ferð, at vit fara til val við Før­oy­um sum ein­um val­dømi. Fólk hava longu tik­ið nýggja val­døm­ið til sín, og nógvu spá­dóm­ar­nir um, at hetta fór at tak­a vald frá út­jað­ar­a­num vórðu gjørd­ir til skam­m­ar við sein­asta val. Sjálv­andi mugu vit hava nøk­ur val eft­ir tí nýggju skip­an­ini, áðr­enn hon kann eft­ir­met­ast, men ynskja flokk­ar­nir at leggja dent á eitt javnt býti av ting­sess­um kring land­ið, so er at laga upp­still­ing­ina so­leiðis, at hetta ber til.

Men val­stríðið er nógv broytt síð­ani gomlu sið­bundnu vel­j­ar­a­fund­ir­nir høvdu størst­an týd­ning. Hes­ir fund­ir eru at kalla burt­ur. Tann sið­bundni part­ur­in, sum eft­ir er, eru blað­grein­ar­nar og fram­løgu­send­ing­ar­nar í út­varp­i­num. Alt hitt er broytt. Men tað, sum er broytt mest er, at vit nú hava 169 fólk sum kapp­ast um ein ting­sess, held­ur enn sjey flokk­ar, sum stríð­­ast um vald­ið. Hó­ast hetta ikki er eitt úrs­lit av, at land­ið er vorð­ið eitt val­dømi – tað kunnu vit siga, tí hetta byrj­aði um alda­skift­ið – so hev­ur tað kortini elvt til, at enn meira trýst er á einstakar perónar, og at val­stríð­ið í nógv størri mun snýr seg um per­sónar. Vit síggja tað eis­ini við at fleiri »kend« fólk bjóða seg fram, fólk sum hugsa sum so, at av tí at tey hava verið nógv frammi í fjøl­miðl­u­num, so verða tey eisini vald á ting.

Brell­bitin hjá teimum er sjálv­andi hann – í øllum førum í teimum stóru flokk­unum – at har skalt tú bara halda teg innan fyri topp 10. Klár­ar tú tað, so ert tú sera nær ein­um løg­tings­essi, í øllum førum, um flokkurin verður við í skipan av lands­stýri.

Heldur ikki hesaferð er nakar flokk­ur kom­in við ein­um boði upp­á, hvør sam­gonga skal skipast eft­ir val­ið. Hetta er eitt stórt misálit á veljaran, sum ikki hevur peil­ing av, um Javn­að­ar­flokk­ur­in ætl­ar at um­leggja skattin saman við Fólka­flokk­i­num, ella um Sam­bands­flokk­ur­in ætl­ar at tiðna blokkin saman við Tjóð­veld­inum.

Hevði velj­ar­in vit­að tað, so var nógv vunn­ið – og so hevði velj­arin eitt val.