Oddagrein· Oljuvinna og møguleikar

-Eg síggi stórar møguleikar á føroyska landgrunninum, so hóast hetta er bæði váðiligt og kostnaðarmikið, raðfesta vit leiting við Føroyar høgt. Hetta sigur ovasti stjórin hjá norsku risafyritøkuni Statoil í samrøðu við blaðið í dag.

Hetta er ikki ein og hvør í vinnuligum høpi, ið úttalar seg um eina møguliga framtíðar føroyska oljuvinnu. Statoil er størsta fyritøkan í einum av heimsins ríkastu londum, Noregi. Men hví skulu vit leggja so stóran dent á júst orðini hjá einum fremmandum um okkara egnu framtíð! Tað eiga vit út frá teirri sannroynd, at norska oljufelagið nettupp í hesum árinum hevur raðfest Føroyaøkið so høgt. Brunnurin, sum Statoil borar saman við øðrum feløgum, er ein av teimum fimm brunnunum, sum fyritøkan hevur valt at standa á odda fyri í heimshøpi. Hinir eru í Venezuela og Algier.

Hóast vit eiga at læra av tí ovurstóra bjartskygninum, sum var til oljufund í Gullhorninum herfyri, eiga vit á ongan hátt at undirmeta komandi brunnar, ið verða borðaðir inni á basaltøkjum á landgrunninum. Basaltið er ein stór og nýggj avbjóðing. Undir basaltinum kunnu liggja fjaldar olju- og gassgoymslur, og tað er so heldur einki dulsmál, at oljufeløg, sum halda at tíðirnar við stórum fundum á bretskum og norskum øki eru farnar, síggja Føroyaøkið sum ein nýggjan møguleika til nettupp at gera stór fund.

Í sama viðfangi harmast umboð fyri føroyskt vinnulív í serblaðnum vit geva út í dag um, at føroyskar fyritøkur hava fingið alt ov lítið burtur úr og staðfesta, at verður eitt fund gjørt í summar, er føroyska vinnan als ikki fyrireikað til hesa avbjóðing. Hesum vísa umboð fyri oljuvinnuna lutvíst aftur og siga, at bjartskygnið fyri tað fyrsta var ov stórt, tá farið varð at bora, og at tað eisini er avmarkað, hvat ein heimlig vinna kann fáa burtur úr einum virksemi, ið bert er nakrar fáar mánaðir um árið. Somuleiðis verður sagt, at hetta kann alt broytast, tá verulig fund eru gjørd, og vit fara undir eina framleiðslu.

Tað finnast sannleikar í báðum hesum útsøgnum. Men kanska vit eiga at geva orðunum hjá menningarstjóranum serstakan gætur. Hann sigur, at vónirnar til olju her hjá okkum hava gjørt, at mangir ungir føroyingar hava valt at útbúgva seg innan hesa vinnu. So hóast eingin olja enn er funnin, so geva vónirnar til eina framtíðar oljuvinnu einum parti av uppvaksandi ættarliðnum íblástur til at útbúgva seg á tí sera stóra og fjølbroytta kolvetnisøkinum. Hesi fólkini hava so møguleikar at starvast í útlendsku oljuvinnuni og her fáa sær royndir og vitan, sum tey so aftur kunnu taka við sær heimaftur til Føroya, tá henda nýggja vinna vónandi einaferð gerst veruleiki her.

Oljutingið, sum verður í kvøld, fer at umrøða nakrar av hesum spurningum, her serstakliga boringina í summar. Og um góðar tveir mánaðir, tá borað verður niður gjøgnum føroyska basaltið fyri fyrstu ferð, verður altjóða oljumessa í Stavanger, har eisini føroyskar fyritøku luttaka. Eisini tann luttøkan er ein týðandi partur í royndunum og ynskjunum hjá føroyingum at leggja lunnar undir eina framtíðar kolvetnisvinnu her á landi.

Sosialurin