Oddagrein· Olju- og búskapargrunn

Í vikuni høvdu bæði politikarar og vinnulívsfólk høvi at hoyra um royndirnar hjá norðmonnum við einum oljugrunni og samtíðis hoyra, hvat formaðurin í Búskaparráðnum heldur um ein føroyskan oljugrunn.

Hóast einki lønandi oljufund enn er gjørt við Føroyar, so eiga vit kortini at geva hesum máli ans, tí talan er um eitt álvarsmál, sum bæði Jørn Astrup Hansen og Poul Michelsen, tingmaður vístu á. Tað er neyvan nakar ivi um, at semja er um, at vit skulu hava ein oljugrunn. Spurningurin er bara um, nær tað er rætta løtan at fara undir at fyrireika hann.

Her nevndi tingmaðurin, at tað er betri at vera uppá forkant við útviklingin enn at gerast eftirbátur. Hesum gav búskaparráðsformaðurin honum rætt í men helt kortini, at hetta málið hevur ikki so stóran skund heldur, tí tað ganga nógv ár frá tí, at oljan er funnin, til hon gevur pengar í landskassan.

Tað er undir øllum umstøðum rætt og gott, at hetta málið verður tikið fram til kjak. Norski oljugrunnsmaðurin, sum greiddi frá norska grunninum, vónaði eisini, at føroyingar fóru at hyggja eftir norsku royndunum, um vit koma til nógva olju.

Trupulleikin við slíkum grunni er at kunna fasthalda endamálið, sum er at spara upp til komandi ættarlið og bara brúka av avkastinum. Formaðurin í Búskaparráðnum sáddi iva um, um hetta fer at bera til við føroyskum politikarum, ið vilja sleppa at brúka pengarnar. Hann metti, at skal nakar dugur vera í einum slíkum sparigrunni, so má meira enn eitt løgting ”binda” seg til at halda lokið fast á kassanum. Sum er hava Føroyar onga grundlóg, og tí kann lykil til oljugrunnin ikki plaserast her. Neyðugt er við eini ella aðrari skipan, sum líkist henni við bundnari uppsparing, sum tá er millum fleiri partar. Hetta er avgjørt eitt mál, sum vit eiga at umrøða longu nú og hava greiða niðurstøðu um, tá vit loksins fara at skriva lóg og reglur fyri oljugrunnin.

Tjóðveldisflokkurin hevur annars havt uppskot um at seta á stovn ein búskapargrunn, har ikki bert oljuinntøkur fara men eisini blokkurin. Hetta er sjálvandi eisini eitt mál, sum eigur at takast við í orðaskiftið. Eisini er tað áhugavert at merkja sær orðini hjá Astrup um, at oljuinntøkur fara at avloysa blokkin og hvørjar avleiðingar tað fær fyri viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Kann ein útleiða av hesum, at stórar oljuinntøkur eru = meira sjálvstýri ella fullkomna loysing? Livst so spyrst.

Sosialurin