ODDAGREIN: Okkurt er rívandi galið

Løgmaður er nú hoknaður so nógv í kong­u­num, at hann hevur slept mál­inum um eina privata tunn­ils­loysn millum Havnina og Skála­fjørð­in. Hesum boðaði hann frá á in.fo í gjár.

Løgmaður hevur kallað sam­­gong­­una saman í dag, har hann vil hava lag­n­una hjá Skála­fjarð­ar­tunl­i­num av­­greidda: Nú sigur løg­mað­ur, at hann vil kanna, um tað ber til at sam­an­sjóða øll tunn­ils­upp­skot­ini til eina felags verkætlan, sum allir flokk­ar kunnu taka undir við.

Bylgjurnar ganga høgt inn­an­borða í samgonguni. Tað er eyðsæð fyri øllum. Menn eru rættiliga í horn­a­tøk­um inn­anfloks, og tí tæn­ir tað ong­um endamáli hjá løg­manni at blíva við at royna at trýsta tunn­ils­­loysn­­ina hjá Kára P. Høj­gaard í gjøgn­­um. Hetta veit løgmaður, og hetta sær løgmaður. Tì saðlar hann nú til tess at varðveita politiska tak­­ið so nøkulunda.
Løgmaður hevur vart uppskotið hjá Kára P. Højgaard hundrað pro­s­ent, og hann hevur sagt, at tað ber ikki til hjá tí almenna at fara undir verk­ætl­anina, tí tað ber búskapurin ikki.

Tá ein stjórnarleiðari so­leið­is kem­­ur í minniluta – og hans­ara upp­skot verð­ur felt av hans­­ara egnu, so hevði ver­ið nær­liggj­andi at hild­ið, at støð­­an hjá stjórn­ar­lei­ð­ar­anum ­sjálv­­um var í vanda. Hev­ur ting­ið á­lit á ar­beiðs­háttinum hjá løg­manni, kunnu vit spyrja. Tað er so spurningurin, sum sam­gong­u­fel­ag­ar­nir hjá løg­manni helst fara at greiða í dag.Spurn­ing­
ur­in er so bara, hvussu langt tað ber.

Men hóast privata ætlanin hjá løg­manni og Kára P. Højgaard hevur fing­­ið møn­u­sting­in, so er eingin inn­an­tings sum mutar ímóti, at ein­asta og abso­lutta loysnin er ein tunn­ilin mil­­l­­um Havnina og Skál­a­fjørð­in. Hví er øll tann politiska skip­anin so blendað í hesum eina møgu­leik­a­num? Hví verður ikki spurt nærri um til dømis ætlanina hjá Frank Han­sen, verkfrøðingini, sum í Sos­ial­i­num í februar í ár greiddi frá, hvussu vit við hepni kundu binda fleiri fólk í Føroyum tættari sam­an við eini alternativari loysn við nýggj­um sambandi tvørtur um Sun­d­a­lagið og við tunli millum Sela­trað­­ar­­leið­­ina og Skálabotn og Skálabotn og Gøtudal. Ein ætlan, sum kann gerast í fleiri stigum, við minni váða og av føroyskum entrepenørum.

Tað er tó ikki í lagi, at eitt so »lít­ið« mál, sum hetta, skal blenda alla ta pol­itisku skipanina, sum hevur so nógv stór mál, sum liggja á láni: Boy­kott frá ES, fólkaminking við tóm­um skúlum og barnagørðum og eldr­a­øki­num upp eftir enda.

Her er okk­urt rívandi galið!