ODDAGREIN: Okkara skylda at boða frá

Tað var hugvekjandi at hoyra eina mammu í Klaksvík stíga fram í Kringvarpi Føroya og greiða frá sínum børnum, sum eru komin út í rúsevnistrupulleikar.

At tað er ein stórur trupulleiki við rúsevnum millum ung er eingin ivi.
Tað gongur sjón fyri søgn í heilum, at alt og nógv alt ov ung fólk hava slíkar trupulleikar, og tað frættist so ofta í miðlum um rúsevnissmuglarar, at tað rínir ikki við longur.
Men hví koma vit ikki einum slíkum trupulleika til lívs? Vit eru eitt lítið samfelag, har øll kenna øll so at siga, og vit eru tað danska politiøkið, sum hevur størsta uppkláringarprosentið, so tað skuldi verið lítið av miklum
hjá løgreglu og tollarum at funnið fram til hvønn einasta
pusjara í landinum.

Víst eru tað tey, sum smugla rúsevni til egna ny?tslu so ella so, men tá tað er so lætt at fáa fatur á rúsevnum, sum tað eftir øllum at døma er, so má tað bera til at avdúka tey ússaligu skvattini,sum gera sær dælt av slíkum.

Løgreglan hevur avdúkað onkrar slíkar klikur, og dómar hava verið harðir. Um teir eru nóg harðir, skal ikki verða mett um her. Men tá ein íslendingur varð dømur sjey ára fongsul her, fingu føroyingar ikki pen orð úr íslandi, sum vit fóru við slíkum fólkum, sum »bara« høvdu roynt at smugla fyri milliónir í hørðum rúsevnum at selja í Íslandi.

Men okkurt brek er í skipanini hjá okkum. Umframt tey ússaligu skvattini, sum gera sær dælt av hesum, so eru tað so nógv onnur, sum ikki vilja hesum trupulleikanum til lívs.
Og millum hesi fólk mugu teljast fólk úr øllum liðum í samfelagnum - alt frá løgreglu, tollarum, lærarum,
fjølmiðlafólkum og so framvegis.

Tí um vit øll vildu hesum trupulleika til lívs, so var tað ikki so lætt at vera pusjari í Føroyum, og so var tað ikki so lætt at seta rúsevni í umfar. Tað er sjálvandi gott við upply?sing, tí upply?sing og aftur upply?sing er so
mangan vegurin fram. Men tað er ikki bara tað, her mugu vit standa saman, allir liðir í samfelagnum, og avdúka teir medborgarar okkara, sum ríða so niðarliga at gera sær dælt av ungum fólkum, sum eru komin í óføri, og sum eisini vilja tjena sær pengar upp á at koma ungum fólkum í óføri.
Aðrastaðni eru skipað brotsmannalið, sum standa fyri slíkum.

Hjá okkum er heldur talan um nøkur útskot, sum bara skulu takast við harðari hond. Vit hava øll okkara fráboðanarskyldu.

Í slíkum málum er tað okkara skylda at boða frá - og gera vit
øll tað, so avmarka vit í øllum førum trupulleikan.

Men tað krevur eisini, at politiska skipanin spælir við. Einaferð royndi Rás2 at ly?sa trupulleikan við hassji. Tá var endin, at Bill Justinussen meldaði Rás2 fyri at reklamera fyri hassji heldur enn at gera nakað annað við trupulleikan, enn at skerja játtanina til fyribyrging.