Ofta hevur verið klikt niður á almennu Føroyar, at tær eru so seinar á sjóvarfallinum og ikki lata við seg koma, tá ið tað hevði havt verið upp á sítt pláss við ítøkiligari hjálp at víst samkenslu. Hesa ferð vóru løgmaður og landsstýri tíðliga úti. Tað tænir teimum til miklan sóma. Ein millión er ikki øll verðin, sigur onkur kanska. Tað er satt, men tað setir føroyska viljan ikki so lítið í perspektiv, tá ið vit leggja afturat, at Danmark hevur gjørt av at veita tíggju milliónir. Tað hevði verið stór hjálp, um lutfalsliga hjálpin úr øðrum londum, sum eru væl fyri, hevði verið lutfalsliga eins stór, sum hon er hjá Danmark og serliga hjá Føroyum. Tá ið politiski myndugleikin nú hevur tikið stig til neyðhjálpina, sum í hesum førinum er alneyðug, leiðir tað hugsaninar aftur á, hvussu tað stendur til við almenna politikkinum, tá ið tað ræður um menningarhjálp.
Menningarhjálp og katastrofuhjálp eru hvør sítt, og tað eigur ongantíð at verða soleiðis, at katastrofuhjálp verður fíggjað við, at tað verður skarvað av menningarhjálpini. Menningarhjálp er miðvís hjálp, sum í føstum karmum verður veitt londum, sum eru illa fyri. Hvat og hvussu og fyri hvussu nógv menningarhjálpin skal fevna um, eigur tað helst at vera breið semja um, áðrenn tað verður gjørt av, hvussu nógv skal setast av á fíggjarlógini. Tá ið samgonguskjalið varð orðað eftir løgtingsvalið fyri skjótt einum ári síðani, varð undirstrikað, at nú skuldu almennu Føroyar orða ein menningarpolitikk. Ein partur av hesum politikkinum skuldi verða, at málið hjá almennu Føroyum skuldi verða, at brotparturin av fíggjarlógini, sum skal veitast í menningarhjálp, skal kvinkast tann vegin, at hann støðugt verður nærri tí brotpartinum, sum ST heldur, at øll heimsins lond eiga at veita í menningarhjálp.
Innihaldsligi parturin av menningarhjálpini eigur at verða umrøddur gjølla. Hóast tað er ein veruleiki, at Føroyar hava verið eftirbátur her, merkit tað ikki, at føroyingar ikki hava verið og eru áhugaðir í at hjálpa í fátøku pørtunum av heiminum. Tað kemur til sjóndar á so ymiskan hátt. Neyðhjálp Fólkakirkjunar, Reyði Krossur og trúboðaraarbeiði, sum føroyingar gera og eru partar av í Eystureuropa, í Afrika, Asia og Latínamerika og hjálpararbeiði í uppaftur øðrum líki og tæna okkara fólki til stóran heiður og sóma, og tað er ein nærliggjandi spurningur, um tey feløg og teir stovnar og tær kirkjur og samkomur, sum brúka nógva tíð, orku og pengar upp á hetta, og sum hjálpararbeiði heilt víst er ein hjartasøk hjá, ikki eiga at verða hoyrd, tá menningarpolitikkurin verður viðgjørdur.
Sosialurin