Eisini her í Føroyum er ljós varpað á happing í fólkaskúlanum. Í seinasta Skúlablaði er stórt tema um happing. Her verður gjørt vart við, at happingin framvegis er ein stórur trupulleiki í føroyska fólkaskúlanum. Hetta er ikki hugaligur lesnaður. Her eru tungar persónligar lagnur, har dagligur ágangur máar alt sjálvsálit hjá barninum burtur. Samstundis verður gjørt vart við, at bert hendinga skúli ger ítøkligar royndir fyri at koma óskilinum til lívs. Hetta er bæði synd og skomm!
Felagið Sinnisbati hevur eisini rópað varskó. Í leygardagsblaðnum høvdu vit samrøðu við forkvinnuna í Sinnisbata í sambandi við tiltakið Nei til happing. Ja til lívið, sum felagið hevur sett í verk á altjóða sálarheilsudegnum. Samrøðan við forkvinnuna í Sinnisbata gevur somu mynd sum temaið í Skúlablaðnum. Happing er ein burturtagdur trupulleiki, og avleiðingarnar eru álvarsamar hjá tí, sum er fyri happing. Tey happaðu fáa sálarligar trupulleikar seinni í lívinum og gerast so sinnilsiga skadd, at tey illa fáa virkað í gerandisdegnum - ja, summi royna enntá at taka seg av døgum orsakað av happingini!
Vit vita frá kanningum í okkara grannalondum, at happing er ein sera stórur trupulleiki serstakliga í fólkaskúlanum. Tað gongur eisini fram av sama tema í Skúlablaðnum, at tað ber til at bøta um henda álvarsama trupulleika. Í okkara grannalondum t.d. í Noregi verður gjørt eitt miðvíst fyribyrgingararbeiði. Hetta verður gjørt við lóggávu eins væl og við verkætlanum í skúlunum. Tað gongur tíverri greitt fram av báðum hesum sera viðkomandi og álvarsomu samrøðum, ið vit her hava víst til, at lítið og einki verður gjørt í Føroyum. Hetta økið er heilt einfalt ikki raðfest. Hetta kann føroyski almenningurin ikki góðtaka! Tað er, sum blaðstjórin á Skúlablaðnum sigur, at einki er meira týdningarmikið, enn at føroysk skúlabørn hava tað gott. Happing kann ikki góðtakast, og tí mugu avvarandi myndugleikar taka seg um reiggj og skipa fyri, at nakað munagott verður gjørt við hendan trupulleika beinanvegin. Vónandi kann tiltakið á Alheims Sálarheilsudegnum verða eitt stig á hesi leið.
Sosialurin