Tá var gjørt av politiskt at lýsingar í Kringvarpinum skuldu niðurlagast og vera burtur púrasta í 2012. Men hendan semjan helt ikki. Skiftandi landsstýrisfólk í mentamálum hava ikki megnað at livað upp til hetta lyftið, sum hevur so stóran týdning fyri allar føroyskar miðlar. Tað er so lætt at fara um, har garðurin er lægstur, og tað hava allir mentamálaráðharrar gjørt síðani 2007, tá tað snýr seg um at útvega Kringvarpi Føroya sømulig kor – og so sanniliga eisini hinum miðlunum, sum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið miðvíst hava niðurpínt við at lata ta grovu kappingaravlaging fara fram – sum við seinasta stuntinum hjá kringvarpsleiðsluni og kringvarpsstýrinum púrasta er farin yvir gevind.
Fólk hava nú gloymt, at vit einaferð høvdu eitt føroyskt sjónvarp.Útvarpið er bara eitt poppradio, har tann handilsmaður, sum betalir best, fær mest, og so verða sendingarnar lagdar tilrættis har eftir. Leiðslan hevur sjálv boðað frá, sendiflatan verður gjørd eftir ynski frá sponsorunum.
Eingin politikari við ábyrgd hevur higartil megnað at skorið ígjøgnum og sagt, hvat vit skulu hava fyri tað, sum vit gjalda fyri.
Væl vita vit, at tað kostar nógva at reka eitt kringvarp.
Men kringvarpsleiðslan veit, tá árið byrjar, hvussu nógvir pengar eru, og so er bara at virka út frá tí. Tað skal ikki verða upp til handilsmenn at gera av, hvat innihaldið í Kringvarpinum skal vera!
Í blaðnum fríggjadagin setti Bjørn Kalsø orð á boðskapin í ólavsøkurøðu løgmans um at tryggja Kringvarpinum ein effektivan rakstur, samstundis sum privatu miðlarnir eisini skulu hava umstøður at virka.
At frítaka kringvarpsgjaldið fyri MVG er ein gongd leið. Hetta gevur stovninum 25 prosent meira í kringvarpsgjaldi, meðan hyggjarin og lurtarin ikki skal gjalda meira.
Men kravið er sjálvandi, at ongar lýsingar eru í Kringvarpinum. Alternativið er, at kringvarpsgjaldið verður avtikið – ella býtt millum allar miðlar. Okkara vón er tó, at tað eisini klárnar hjá Kalsø, tá hugsað verður um útnbreiðslu av bløðum.
Um hann ikki ger, sum øll onnur lond, har postverkið verður stuðlað, so fólk kunnu fáa bløð fyri ein rímuligan prís, so verður hann tann mentamálaráðharrin, ið sat við ábyrgd, tá grundarlagið fór undan bløðunum.
Og tað er ikki serliga mentað.










