Hetta er eingin einføld støða, og tí eru heldur eingi einføld svar. Her er nevniliga ikki talan um bara svart ella hvítt. Her er eisini ein grásona, har sivil í bæði Ísrael og í Libanon eru vorðin offur fyri einum nærum ultimativum kríggi millum ein ísraelskan her og ein muslimskan uppreistrarbólk. Ísaraelar siga, at teir eru noyddir at gera av við Hizbollahfólkini fyri at verja síni egnu sivilfólk. Hizbollah ger greitt, at tað hevur fulla undirtøku í stórum parti av libanesiska fólkinum og rættvísger tøkuna av tveimum ísraelskum hermonnum við, at ísraelar vilja ikki lata Hizbollahlimir, sum hava verið fonglaðir í upp til 20 ár, leysar.
Eingin ivi er um, at Ísrael hevur nógv góð argument fyri at bumba Hizbollahstøðir. Hinvegin hevur Ísrael ongan rætt til at oyðileggja libanesiska samfelagsbygnaðin og drepa hundraðtals sivilfólk, sum ikki eru komin sær til rýmingar. Altjóða eygleiðarar vísa á, at ísraelski herurin er farin alt ov langt og misbrúkar sína megi.
Eitt er dagsins støða. Annað er grundleggjandi spurningurin um ísraelska hertøku og búseting á landi hjá øðrum nú í mong mong ár. Tað er tann støðan, sum hevur verið við til at halda lív í bæði Hamas og Hizbollah. Hvat vit enn halda um hesar felagsskapir, so eru teir sprotnir av eitt nú ísraelskum hersetingum. Og nú Ísrael hevur sett sær sum mál heilt og fult av rudda teir av landakortinum, elvir tað sjálvandi til móttrýst. Og tað móttrýst kemur so ikki bara frá millitantu fólkunum í hesum felagsskapum, men frá tí vanliga fólkinum eisini, sum hevur notið so nógv gott av teirra sosiala politikki.
Harvið hevur Ísrael ein nógv størri trupulleika, um endamálið er at útsletta alt, sum hevur við Hamas og Hizbollah at gera. Gongur ísraelski herurin ov vítt kann hetta koma Ísrael og tess stuðlum alvorliga aftur um brekku. Hizbollah og Hamas kunnu at enda kenna seg so nógv trýst upp í ein krók, at hesi vilja taka øll hugsandi vápn í brúk. Tað kann so aftur tvinga Ísrael at fara enn víðari. Fyri at forða hesum má ein politisk loysn fáast ongantíð ov skjótt.
Sosialurin