ODDAGREIN: Nú er at tora...

– Torir landsstýrið at gera tað rætta?
Soleiðis spyr fyrrverandi løg­mað­ur og núverandi fólkatingsmaður Sam­bands­floks­ins, Ed­mund Jo­en­sen í tíðgrein her í blaðnum fríggj­a­da­gin við beinleiðis tilsiping til heild­ar­æt­l­an­ina um fólkavøkstur og frá­flyting.

Edmund Joensen vísir á, at skatt­a­krónur í milliardaklassanum kom­andi fáu árini skulu setast í fleiri tunlar og í uppaftur meira as­falt og betong.

– Hetta vita samgonguflokkarnir, ið nú siga seg umhugsa, hvussu fígg­ing skal útvegast til tiltøk fyri at skapa fólkavøkstur. Flokkarnir hava longu sjálvir prioriterað tunl­a­r og betong fram um vit­an, fólk­a­vøkst­ur og menning. Spurn­ing­urin er, um re­ellur politiskur vilji er í lands­stýrinum til at gera tað rætta: taka part av pengunum frá tunlum og betongi til frama fyri brá­neyð­ug­ar í­løg­ur í fólkavøkstur.

Og vit kunnu bara vera púra samd við fólkatingsmanninum, tá hann reis­ir spurningin, hví tað var so um­ráðandi hjá landsstýrinum at sam­tykkja fíggjarkarmanar bara nakr­ar fáar dagar áðrenn hendan heild­ar­ætlanin varð løgd fram. Ein heild­arætlan, sum landsstýrið sjálvt hevur biðið um til tess at við­gera spurningin, sum sambært løg­manni er størsta avbjóðingin hjá før­oysku tjóðini, fólkaflytingin.

Bólk­urin, sum hevur gjørt heild­ar­ætl­a­nina ­sigur um tilgongdina til ætl­anina, at nógv hevur verið frammi um fólkaflyting sum tað stóra álv­ars­málið:

– Á sumri 2012 legði Javn­að­ar­flokk­ur­in eisini eitt uppskot til sam­tykt­ar fyri Løgtingið um at seta í verk tiltøk til at venda gongd­ini við fráflyting og minkandi fólk­a­tali í Føroyum. Hesum tók Løg­ting­ið und­ir við, og er breið semja um, at til­tøk skulu til fyri at skapa fólk­a­vøkst­ur. Í oktober 2012 setti Jo­han Dahl, landsstýrismaður í vinn­u­mál­um, ein arbeiðsbólk at gera eina heild­­ar­ætlan um fólkaflyting og fólk­­a­­vøkstur, ið skuldi vera liðug 1. ap­ríl 2013.

Altso: Løgtingið samtykkir eitt upp­­skot til sam­tyktar frá ein­um and­støð­u­flokki. Vin­nu­mála­ráð­harr­in má so taka málið upp, og tað ger hann við at seta hendan ar­beiðs­bólk­in, sum skal leggja sítt á­lit fram fimm dagar eftir, at fíggj­ar­kar­m­ar­nir komu fram.

Um lands­stýrið ikki tekur heild­ar­ætl­an­ina í eitt sindur størri álvara, men við­gerð­in higartil hevur bent á, so verð­ur talan helst um einn eitt skuffu­álit í Tinganesi.
Okk­ara vón er, at landsstýrið torir at gera tað rætta!