Oddagrein· Nú er at spara og gjara rætt!

Landsstýrið arbeiðir við einum kreppupakka í løtuni. Tað er gott, men líkt er til, at raðfestingin ikki er heilt, sum hon burdi verið.

At mæla til lønarsteðg tykist at vera eitt sindur stuttskygt. Fyriuttan at virknaðurin er ivasamur, so vil eitt slíkt tiltak niðurbróta alt álit millum tað almenna og fakfeløg, og eitt slíkt álit tekur nógv ár at byggja uppaftur.

 

Hvør er so leiðin? Hermann Oskarrson sigur, at Føroyar hava ráð til at hava eitt stórt hall á fíggjarlógini í eitt tíðarskeið. Hann ávarar móti at skera í ringum tíðum, tá tað júst er í ringum tíðum, at landið skal vera ekspansivt. Hetta er rætt. Vit kunnu bert undrast á, at man ikki ávaraði móti ovurstóru rakstrarøkingunum, ið vit hava havt í tí almenna seinnu árini.

 

Vit hava á hesum stað mangan víst á, hvussu neyðugt tað var at spara í almennu rakstrarútreiðslunum í góðum tíðum, men hvørki politiskt ella millum ráðgevarar vann hetta nakran frama.

 

Heldur ikki, tá man í metárum fann uppá at skera blokkstuðulin, uttan at tora at fortelja fólki, at hetta sjálvandi fór at merkja ein minni almennan sektor í Føroyum, rópti nakar serfrøðingur stórvegis varskó.

 

Tí sita vit í dag við teimum trupulleikum, ið vit hava. Tað slepst helst ikki undan rakstrarsparingum í tí almenna. Hinvegin eigur talan at vera um veruligar sparingar við bygnaðarbroytingum, stovnssamanleggingum og avtøka av ávísum tænastum, heldur enn at drepa enn meiri almenna motivatión við at skera lønina hjá øllum um ein kamb. Norman Christensen bygnaðurin riggar ikki nóg væl og er ov dýrur og má tí broytast. Eisini burdi Fíggjarmálaráðið spart í TAKS og broytt okkara motivatiónsdrepandi og ovurstirvnu játtanarskipan og innført meiri útdelegering. Hetta hevði økt um trivnaðin og spart nógvan pening.

 

Hvussu so við at gjara út í ringum tíðum? Løgið er, at okkara frægu ráðgevar sum t.d. Hermann Oskarsson ikki gera mun á almennum rakstrarútreiðslum og íløgum. Almennar rakstrarútreiðslur eru ein einvegis skrúva, meðan almennar íløgur í bygningar og infrastruktur kunnu regulerast upp og niður alt eftir hvussu tíðirnar eru, og gagna vinnu og kommunum kring landið.

 

Landið burdi tí, samstundis sum tað spardi eitt sindur í rakstrinum, gjørt ein íløgupakka í skúlar, ellisheim, vegir og tunlar, sum man veit, skulu gerast innan tey næstu 15 árini. Til dømis hava vit einsporaðar tunlar frá sekstiárunum, sum skulu nútímansgerast innan alt ov langa tið. Eisini er landið fult í gomlum skúlum, sum mugu dagførast. Gamaní er nógv ein kommunal uppgáva, men í hesum tíðum eigur man at síggja stórt uppá slíkt. Tað ræður um at halda samfelagshjólini koyrandi, og tá alt kemur til alt, so er tað sami skattgjaldari, óansæð um talan er um kommunur ella land.

 

Sosialurin