Hóast Smyril Line í tíðindaskrivi sigur frá, at skaðin er ikki so stórur, og at hetta var eitt hendiligt óheld, sum tikið verður til, so fær slík hending mong av okkum at yppa øksl og spyrja, hvat gongur fyri seg. Hetta er nevniliga ikki fyrstu ferð, at flaggskip okkara ber við land í ringum veðri. Øll minnsast ófrættadagin fyri nøkrum árum síðani, tá Norrøna ikki bert nam við land ta einu ferðina, men fleiri ferðir sama dag.
Nú hildu vit so, at hetta var tað. Slíkt kundi ikki henda aftur. Men gakk. Tað gjørdi tað, líka mikið um hesin skaðin var lítil. Slíkt eigur rætt og slætt ikki at koma fyri. Tað má ikki endurtaka seg.
Reiðaríið sigur, at Tórshavnar havn framvegis er ein trygg havn. Tí ivast vit heldur ikki í, men spurningurin er bara, um hon er nóg trygg og um Norrøna hevur neyðugu maskinorkuna at standa ímóti nógvum vindi, eitt nú tá hann bráddliga tekur seg upp.
Er bara tann minsti ivi eigur ikki at verða lagt at í Havn. Hetta er so upp til skiparan at meta um, men tá hann ikki hevur alternativan møguleika, so spennir hann helst bogan so langt sum hann kann. Var tann alternativa havnin tøk, so hevði hann fleiri valmøguleikar, á sama hátt sum tá flogfarið ikki far lent og fer til aðra floghavn.
Júst tí er tað rætt og neyðugt at umrøða spurningin um eina alternativa havn hjá Norrønu. Tá hugsað verður um, hvussu týðandi Norrøna er fyri ferðamannavinnuna í Føroyum, eigur tað almenna eisini at vera partur av eini slíkari loysn. Tað átti at borið til at sannført bæði almennar og kommunalar myndugleikar um, at teir eiga at vera við til at fíggja eina íløgu, sum ger tað møguligt hjá Norrønu at leggja at í alternativari havn, tá verðurlíkindini ikki eru til at leggja at í Havn.
Seinasta hendingin eigur tí av álvara at seta gongd á aftur kjakið um at fáa Norrønu og øðrum skipum við eina alternativa havn í landinum, og her er Runavík væl tann mest upplagda.
Sosialurin