Oddagrein· MRCC og tilbúgving til sveinaroynd

Nú hendi so tað, sum ikki mátti henda: stórur trolari við nógvari olju umborð sigldi á Flesjarnar og sakk. Tað var í gjárkvøldið, at russiskur trolari í allarbesta veðri av higartil ókendari orsøk sigldi uppá Flesjarnar. Hol kom á skipið, og sjógvur kom í maskinrúmið. Eftir fleiri royndir at fáa skipið av aftur eydnaðist tað loksins í morgun. Men tað var stokkut gleði, tí stutt eftir sakk skipið. Øll manningin var bjargað umborð á onnur skip.

Eftir standa uttan iva nógvir ósvaraðir spurningar. Leiðarin fyri MRCC støðina segði í morgun við útvarpið, at nógv tons av vandamiklari gassolju eru umborð á skipinum. Ber til at bjarga hesum, áðrenn tað fer út í umhvørvið? Hvussu megnaði MRCC støðin at tacla alla støðuna frá byrjan til ”enda”? Var alt frágingið á rættan hátt? Vórðu røttu avgerðirnar tiknar? Varð hugsað meira um at bjarga skipinum heldur enn umhvørvinum? Var samskifitið millum ymsu luttakandi partarnar gott nokk? Hví varð oljan ikki tikin úr skipinum, áðrenn tað var togað av aftur og sakk? Hví sigldi skipið uttan loðs? Hvørji krøv eru til loðs millum oyggjarnar? Spurningar vit eiga at seta. Og sum vit eisini eiga at fáa svar uppá.

 

Spurningurin er eisini, hvussu væl eru vit útgjørd til slíkar møguligar dálkingarvanlukkur. Hava landið og fyri tað kommunurnar gjørt tað, sum gerast skal, tá talan er um at gera íløgur í trygdarútgerð ol.?

 

Tað var ikki fyrr enn oljuleiting tók seg upp við Føroyar, at tað av álvara varð farið undir at útvega trygdarútgerð at forða fyri ella minka um møguliga oljudálking. Her var í fyrsa lagi hugsað um boring á landgrunninum, men vandarnir lúra í veruleikanum allastaðni, har skipaferðsla er. Vit eru eitt lítið oyggjaland, sum eigur at hjúkla um viðkvomu náttúruna og djóralívið her. Gera vit nú tað í nóg stóran mun kann verða spurt? Privatpersónar í Suðri sóu longu tíðliga henda tørv og gjørdu íløgur í útgerð og útbúgving fyri at kunna handfara og fyribyrgja dálkingarstøður. Sum skiltist var tó lítil almennur áhugi fyri hesum slóðbrótandi arbeiðinum.

 

Vit kunnu bara vóna, at okkara myndugleikar hava valt at tikið tær røttu avgerðirnar og víst professionalismu í arbeiðinum. Tað fara so komandi dagarnir at vísa. Henda hending kann gerast sveinaroynd hjá føroysku MRCC støðini og bíða vit nú eftir próvúrslitinum. Áhugavert verður at frætta, hvussu væl fyri vit eru til at handfara slíka støðu. Tá svarið og próvúrslitið fyriliggur eiga vit at seta okkum spurningin: hvussu eru vit fyrireikað at handfara støðu, har stórur tangabátur fer á land millum oyggjarnar! Vanliga verður sagt, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Kanska hesin tilburðurin kann vera við til at staðfesta og raðfesta umhvørvisdálking hægri her á landi.

 

Sosialurin