So langt so gott. Mong fegnaðust um, at nú var kósin sett móti eini ljósari framtíð og hvat betri var: vit lógu trygg á kósini. Hetta sást ikki minst av valstríðnum, har flokkarnir lovaðu at fremja tey mál og øki, ið vóru raðfest í Málum og vegum. Hetta var serstakliga galdandi fyri útbúgving, gransking og mentan. Nú er tað ikki óvanligt, at flokkar og valevni lova gull og grønar skógir í valstríði, og almenningruin hevur vant seg við at taka hesi lyfti við einum veti av salti, tað vil so vera. Tað skal eisini ásannast, at hetta at halda givin vallyfti hevur eisini nakað at gera við búskap og fíggjarvánir.
Tað man vera almen semja um, at útbúgving og gransking hava serstakliga stóran týdning í dagsins samfelag. Vit eru á veg burtur frá tí vøruframleiðandi búskapinum og eru ella áttu at verið á veg inn í vitanarsamfelagið. Henda tilgongd hevur sum fortreyt eitt sera vælútbúgvið fólk, og hetta krevur aftur vælútbúgvnar dygdargóðar útbúgvingarstovnar, har í hvussu er ein týðandi partur av frálæruni er granskingargrundað. Hetta merkir so aftur, at gransking eigur at verða raðfest eins frammalaga og útbúgvingarnar.
Tað vildi verið órættvíst at vilja vera við, at eingi lyfti eru hildin á hesum øki. Landsstýrismaðurin í mentamálum í ABC samgonguni byrjaði tilgongdina, sum skuldi skuldi tryggja, at hægri útbúgvingar og gransking kundu mennast samsvarandi Visjón 21015. Lóggávan varð nútímansgjørd og fortreytir fyri einum nútímans altjóðagjørdum universiteti vórðu skaptar, neyðugar samanleggingar vórðu framdar, og latið varð upp fyri granskingarsamstarvi við ES, har teir stóru granskingarpengarnir eru at finna.
Hóast vit hava fíggjarligar trupulleikar eigur henda tilgongd ikki at verða steðgað her og nú. Gera vit tað, so missa vit meira fyri minni. Hinvegin kunnu vit orsakað av fíggjarligu trongstøðuni vera noydd til at seta ferðina eitt sindur niður. Hetta nýtist ikki at merkja, at tilgongdin verður steðgað, og hon eigur heldur ikki at verða steðgað. Allir partar eiga at hugsa seg væl um og í sátt og semju finna útvegir, sum kunnu tryggja eina javna og trygga gongd fram í móti teimum málum, sum eru sett út í kortið við Visjón 2015. At enda skal her verða nevnt, at ítøkiliga málið um játtanina til Fróðskaparsetrið gerst alt meira løgið. Her stendur orð í móti orð og ilt er at taka dagar millum partarnar. Hetta mál verður í skrivandi stund viðgjørt á løgtingi og verður høvi at taka hetta mál upp her, um viðgerðin bendir á álvasom mistøk hjá ávísum myndugleikum ella einstøkum leiðslum.
Sosialurin