Oddagrein·Merkisdagar

Í hesum døgum eru 10 ár liðin, síðani Atli Dam, táverandi løgmaður saman við samráðingarmonnum sum Halgir W. Poulsen og Árna Olafsson kundu geva føroyingum tey gleðiligu boð, at danska stjórnin varð gingin við til at lata Føroyar yvirtaka ráevnini í undirgrundini.

Tað hevði við sær, at heimastýrið fekk allan lóggevandi og fyrisitandi myndugleika yvir møguligum ráevnum í undirgrundini. Hetta hendi eftir eitt drúgvt stríð millum føroyskar og danskar myndugleikar og politikarar. Hendingin var so mikið stór, at táverandi løgmaður skýrdi hana størstu politisku hendingina síðani Heimastýrislógina. Og fyri Atla Dam, sum er tann politikari, sum hevur sitið longst í løgmansesssinum, var hetta helst eisini ein hin størsta hendingin í politikki.

Tað er einki at taka seg aftur í, at hóast tað kom óvart á føroyingar, at Schlúter forsætisráðharri brádliga kúvendi og gav eftir fyri føroyskum krøvunum, so vóru tað ikki minst royndu og góðu samráðingarfólkunum við Atla Dam á odda, ið slóðaðu fyri eini loysn í hesum fyri Føroyar so týðandi máli.

Nú 10 ár eftir standa vit á einum vegamóti. Olja og gass eru staðfest í okkara undirgrund og verður nú kannað, um hesi eru í so mikið stórum nøgdum, at tað loysir seg at útvinna tey. Júst í hesum døgum, á 10 ára degnum fyri yvirtøkuna av somu ráevnum og á 70 ára føðingardegi Atla Dams, verður borað niður í undirgrundina fyri at finna tað svar, sum vit so leingi hava bíðað eftir og sett okkara álit á. Tað var jú nettupp ynskið um at fara undir at leita eftir olju og gassi og vónirnar til, at hetta tilfeingi fanst í føroysku undirgrundini, sum vórðu drívmegin aftanfyri samráðingarnar at fáa yvirtikið møgulig ráevni í undirgrundini. Tí er rætt í dag nú vit eru um at koma á mál at minnast aftur á umrøddu hending fyri 10 árum síðani.

Tað eru eisini teir politikarar her á landi, sum hava roynt at niðurgera og gera til einkis umrøddu avtalu við danir í 92. Og sum siga, at danir ? um teir vilja tað - bara kunnu taka rættin frá okkum aftur. Men soleiðis sær veruleikin ikki út. Føroyingar eiga møguliga olju og gass eins væl og vit eiga fiskiríkidømið, sum svimur í havinum kring okkum. Hesi tilfeingi eru okkara og vera verandi okkara.

Tað er eisini tí, at landsstýrið hevur kunnað gjørt avtalur við útlendsk oljufeløg um at leita eftir olju. Var nøkur óvissa um ognarrættin til hesa somu olju, so var als eingin leiting. Tvørturímóti var tað undirgrundaravtalan við danir frá 92, sum tók hesa forðing burtur. Brádliga kundu vit sjálvi taka avgerðir um hetta okkara ?nýggja? tilfeingi. Tí vit áttu og eiga tað.

Tað áhugaverda við hesum degi er tó ikki bara sjálv yvirtøkan, men eisini tann sannroynd, at persónurin, sum var politiska drívmegin aftanfyri hesa yvirtøku, Atli Dam, í dag verður 70 ár. Tí kann sigast, at bæði hann og Føroya fólk hava nakað av hátíðarhalda í hesum døgum.

Sosialurin vil eisini nýta høvið til at ynskja Atla Dam hjartaliga tillukku við runda degnum og vóna vit, at eins stórhending tað var at fáa rávevnini yvirtikin fyri 10 árum síðani, eins stórhending kann tann leiting gerast, sum fer fram í hesum døgum

Sosialurin