Oddagrein· Menningarhjálp til umrøðu

Í dag kemur uppskot løgmanns um føroyska menningarhjálp til aðalorðaskifti í løgtingi.

Tað er í sjálvum sær sera positivt, at hetta mál nú kemur til viðgerðar á tingi. Vit hava á hesum staði fleiri ferðir víst á, at eitt ríkt land sum Føroyar eiga at lata menningarhjálp. Føroyar hava áður latið menningarhjálp, men hon hevur ikki verið skipað eftir ST endamálum. Sameindu Tjóðir hava sett nevnd Millenium Development Goals (MDG). Hesi mál skulu verða nádd í seinasta lagi 2015, sigur ST. Her hava Føroyar við at fara undir skipaða menningarhjálp eitt einastandandi høvi at markera seg positivt í altjóðasamfelagnum.
Í uppskotinum verður víst ikki minni enn sjey møguleikar fyri føroyskari menningarhjálp. Hesir fevna í stuttum um, at menningarhjálpin verður latin stovnum undir Sameindu Tjóðum til at nýta til ávís átøk í menningarlondum ella menningarhjálpin verður latin millumtjóða áhugafelagsskapum til at nýta til ávís átøk í menningarlondum.Víðari kann menningarhjálpin verða latin beinleiðis til staðbundnar verkætlanir og eitt nú gjøgnum føroyskar felagsskapir, ið virka á staðnum. Menningarhjálpin kann verða latin felagsátøkum hjá føroyskum vinnufeløgum og vinnufeløgum í ávísum oyggjamenningarlandi til tess at menna vinnulív tess. Ein annar møguleiki er, at menningarhjálpin verður latin felagsátøkum hjá føroysku fyrisitingini og fyrisitingini í ávísum oyggjamenningarlandi fyri at menna um fyrisiting og lóggávu tess. Endaliga verður víst á møguleikan, at bráðfeingisneyðhjálp verður latin við fíggjarnevndarskjali í hvørjum einstøkum føri, tá á stendur.
Allir hesir møguleikar eru skilagóðir, men tingið eigur at velja eitt ella tvey alternativ. Tað er givið, at møguleikin fyri bráfeingishjálp altíð eigur at vera tøkur. Hetta eiga tingmenn at kunna semjast um uttan víðari. Hvat hinum møguleikum viðvíkur, eigur at verða hugsað um, hvat slag av hjálp, ið vit hava førleikar til at veita. Í hesum høpi er møguleikin við, at føroyskir felagsskapir á staðnum skipa fyri áhugaverdur, og hetta er eisini galdandi fyri tað alternativ, ið snýr seg um at knýta menningarhjálp at føroyskum vinnulívi og føroyskari fyrisiting.
Tað hevur verið nevnt í bløðunum, at vit ikki skulu geva menningarhjálp, fyrr enn vit hava nøktað tørvin á íbúðum til breðkað fólk. Her eigur ikki at vera tala um antin ella men um "bæði og" - í so ríkum landi skal vera rúmd fyri at hjálpa úti so væl sum heima. Nú fær almenningurin so at hoyra, hvat tingmenn hava uppá hjarta. Tað er at vóna, at uppskotið fer at fáa góða móttøku, og at tingmenn í góðari semju finna fram til tey alternativ, ið gagna úti so væl sum heima.

Sosialurin