Oddagrein· Meiri til gransking og nýggjar vinnumøguleikar!

Vit eru í einum búskaparligum stígi. Tað ásanna øll í vinnuni - fíggjarheimurin, búskaprfrøðingar, løntakarar og vinnulívsfólk - og tað sæst eisini aftur í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2006.

Landsstýrið hevur tí skotið upp at seta meiri pening av til løgur fyri at hava fólk í arbeiði. Harafurat hevur landsstýrið borið so í bandi, at hesar løgur verða kring alt landið, soleiðis at flest møgulig fáa inntøku frá hesum arbeiðum.

Serliga legur landsstýrið dent á, at Suðuroyggin er tað økið, sum næsta ár fær mesta ágóðan av íløgunum. Fyrst og fremst tí, at oyggin hevur verið rakt av fleiri búskaparligum hóttaføllum. Bæði í tí stóru kreppuni og eisini í seinri árum. Virki í bæði Vági og í Hvalba hava verið latin aftur í longri og stytri tíðarskeið. Harafturat var alivinnan, sum gav nógvum fólkum arbeiði, fyri einum álvarsomum bakkasti.

Løgurnar í Suðuroynni eru fyrst og fremst í undirstøðukervið - Hovstunnilin, men eisini í nýggjan miðnámsskúla.

Tað er í fínasta lagi, at landsstýrið skýtur upp at økja løgurnar í komandi fíggjarlóg. Hesin politikkur er í samljóð við ástøðið hjá búsaparfrøðingnum, Keynes, um at tað almenna skal brúka pening, tá einskilda vinnan heldur aftur. Og øvugt.

Hesar nevndu íløgurnar koma sjálvandi fólkinum og vinnuni, sum býr í Suðuroynni til góða, tí tunnilin bøtir um undirstøðukervið og skúlin bøtir sum frálíður um førleikan hjá fólkinum, her býr.

Tað, vit afturímóti kanska sakna í uppskotinum til fíggjarlóg, eru tankar um og uppskot um, hvussu vit meiri miðvíst økja inntøkuna hjá føroyska samfelagnum. Skulu vit hava ein sterkan og sum frálíður ein sjálvberandi búskap mugu vit hava fleiri vinnuvegir, sum kasta meira pening av sær.

Eitt er "ígongdsetarastuðul" - stuðul at fara undir virksemi - kanska alternativt virksemi til fiskivinnuna, og eitt annað er gransking. Nógv er sagt og skrivað um gransking seinastu tíðina, men tað skerst ikki burtur, at vit eru eftirbátur, tá tað kemur til gransking - serliga einskilda vinnulívið, sum liggur aftarliga, um vit samanbera okkum við onnur norðurlond.

Ein av undangongumonnunum í føroyska nútíðarsamfelagnum, Atli Dam, plagdi onkuntíð at siga, at vit skulu "framleiða" okkum úr kreppum.

Vit eru ikki í eini kreppu, men hava ein búskaparligan stíg. Tí eigur løgmaður, Jóannes Eidesgaard, at leggja størri dent á tað, hann segði á síðsta valfundinum undan seinasta valið. Og tað var at leggja orku í at økja vinnumøguleikarnar og inntøkuna hjá føroyska samfelagnum, so Føroyar gerast eitt enn betri stað at búgva í.

Sosialurin