ODDAGREIN: Margháttligt stríð um vind

Her í blaðnum fríggjadagin lýstu vit enn eitt brot í stríðnum millum stóra el­felagið SEV og lítla privata vind­ork­u­fel­ag­ið í Vest­manna, Vind­røkt. Hes­a­ferð er stríðið ein vind­mylla, sum ligg­ur nið­ur­pakk­að í ein­um grót­boti uppi við Eiðisvatn.

Søgan er í stuttum tann, at SEV hevði tríggj­ar vindmyllur í Neshaga av danska slagnum Vestas. Hetta eru sama slag myllur, sum Vindrøkt hev­ur í Vestmanna, har eisini tríggj­ar eru. Í januar og í mars í fjør brot­nað­u tvær av myllunum í Neshaga, og í august var tann triðja tikin nið­ur. SEV hevur keypt nýggjar myll­ur av slagnum Enercon, sum ikki hóska at brúka saman við Vesta­s­myll­um. Tað var í hesum sambandi, at Vin­drøkt hevði ein fyrispurning hjá SEV, um felagið kundi yvirtaka hesa mylluna og seta hana upp í Vest­manna. Men her var svarið eft­ir øllum at døma eitt tvørt nei.

Sambært nevndarformanninum í SEV, so eru Vindrøkt og SEV í kapp­ing – og hann heldur eis­ini, at um SEV vinnur privata vind­myll­u­fel­ag­num neisir, so er tað ein vinningur fyri Føroya fólk, hvussu tað so skal skilj­ast.

Hjá Vindrøkt hevði hetta merkt, at fel­ag­ið kundi framleitt grøna orku við hesi myllu, sum kundi spart 2,2 mill­i­ónir krónur í oljuútreiðslum hjá SEV.

Tað kann so ongantíð vera ein fyr­i­munur fyri Føroya fólk, at hend­an myllan liggur niðurpakkað uppi í haganum norðuri á Eiði, heldur enn at hon framleiddi grønan streym í Vest­manna.

Og fyri brúkaran er tað líka mik­ið, um eitt privat felag kann tjena pengar upp á at selja streym inn á neitð hjá SEV, heldur enn at SEV brennir olju uppi á Sundi og fram­leiðir dýrari streym og dálkar nátt­úr­u­na.

Hvør er trupulleikin við, at priv­at­ir veitarar lata streym inn á net­ið hjá SEV? Er tað ikki bara gamla monopolskrímslið, sum komm­un­al­pol­i­t­ik­ar­ar so gjarna vilja varð­veita? Hevði tað ikki verið ein loysn at lat­ið eitt sindur upp her? At latið onn­ur slopp­ið at fram­leitt streym inn á net­ið?

Søguliga sæð, so hevur SEV stríðst ímóti vindmyllum í Før­oy­um. Tað bar ikki til, segði SEV. Men tað ber til, og tað ber eisini til hjá øðr­um, enn hjá SEV.

Tað, sum hevur týdning fyri brúk­ar­an er, at hann fær bíliga orku – og tá grøna orkan er bíligari, so fær náttúrin eisini vinningin – so áttu øll at verið glað.